Fimti dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Fimti og seinasti kappingardagur á svimjistevnuni í Baku varð avgreiddur í dag, har Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var einasti føroyski luttakari.

Lív royndi seg í 50 metra firvaldasvimjing, og svam har teinin uppá 30.01 sekund, sum rakk til eitt 47. pláss av 50 luttakandi. Hennara persónliga met er 29.72 sekund, frá Danish Open í mars mánaða.
Continue reading Fimti dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Fjórði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Føroysku svimjararnir tykjast nær toppformi, nú fjórði dagur varð avgreiddur á Evropeisku Leikum í Baku. Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, Signhild Joensen setti juniormet í 100 rygg, og hini trý Lív, Maria og Marius betraðu øll um síni persónligu met.
Continue reading Fjórði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Triði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Í dag skuldu tær báðar Signhild Joensen úr Ægir og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag royna seg í 50 metra ryggsvimjing á Evropeisku Leikum í Baku, og megnaðu báðar at kvinka síni persónligu met eitt petti niður.
Continue reading Triði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Annar dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Í dag vóru tað bara tey bæði Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag sum skuldu royna seg á Evropeisku Leikum í Baku: Ásbjørg í 200 bringu og Marius í 1500 frí. Ásbjørg svam eitt sindur frá sínum føroyska meti, meðan Marius skar góð 52 sekund av sínum persónliga meti.
Continue reading Annar dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku

So var tað í morgun at føroysku svimjararnir sluppu at royna seg á Evropeiskum Leikum, og gekk tað bara heilt ókey. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt juniormet, Marius Gardshodn og Maria Antoft betraðu um síni persónligu met, og Lív og Ásbjørg svumu skjótt um enn ikki bestu tíðir.
Continue reading Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku

Síðsti dagur áðrenn kapping í Baku

Dagurin í dag bar brá av at svimjistevnan byrjar í morgin, tí alt handlaði um at venja róligt og hvíla og ikki stressa. Og so líka at venja seg við forskotnu klokkutíðirnar eisini, í mun til tær sum vit komu frá í Føroyum.


Continue reading Síðsti dagur áðrenn kapping í Baku

Baku 2015 European Games verður stroymað á YouTube

YouTube reypaði herfyri her á Facebook, at Evropeisku Leikirnir verða stroymaðir beinleiðis á YouTube. Og tað sær avgjørt soleiðis út, tí har koyra í løtuni fleiri beinleiðis stroym í senn hjá brúkaranum baku2015 á YouTube. Ein partur av profilinum eitur Swimming, har tey til nú av góðum grundum eru avmarkaði til synkronsvimjing og vatnpolo.

Petur Heðin um leikirnar í Baku

Eitt stutt prát her við Petur Heðin á Fløtti, úti á altanini í íbúðini har føroyska svimjilandsliðið býr á Evropeisku Leikum í Baku.

Nøkur orð úr Baku

Vit hava eina fína altan her í íbúðini, og eg brúkti tí eina løtu har úti í morgun, til at siga hvussu okkara fyrsta upplivilsi av Baku hevur verið.