Úrslit frá Atlantic Open 2019

Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net

Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn.

Continue reading Úrslit frá Atlantic Open 2019

Trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019

Hetta fyrsta “Atlantic Open” má sigast at vera rættiliga væleydnað, nú vit longu fyrsta kvøldið fingu trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, umframt at fleiri onnur staðfestu sína styrki sum oyggjaleikakandidatar, og onnur vóru líka við.

Fyrst svam Rebekka Trygvadóttir úr Ægir seg undir kravtíðina í 400 blandað, við at svimja 5:03.07 har kravið er 5:05.27.

Seinni svam Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 50 rygg, við tíðini 29.89 har kravið er 29.95.

Og at enda svam Johan Nónskarð Dam úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 1500 frí, við at svimja 15:48.40 har kravið er 15:57.77.

‘The usual suspects’ gjørdu eisini vart við seg, Signhild Joensen úr Ægir við 29.18 í 50 rygg og 1:01.84 í 100 rygg, og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við 16:53.02 og føroyskum meti í 1500 frí, báðar í greinum sum tær longu eru kvalifiseraðar í, meðan Rókur Trygvason úr Ægir legði 100 bringu afturat hjá sær, við tíðini 1:03.99 har oyggjaleikakravið er 1:04.95.

Og tey vóru onnur sum vóru nær við.

Einans 400 blandað og 1500 frí vórðu endaliga avgreiddar kappingar í kvøld, og skjótastu svimjarar fáa tí kjans aftur í annaðkvøld ella sunnukvøldið, at royna eftir kravtíðum í greinunum 50 rygg, 100 bringu og 100 rygg.

Tey eru nú 11 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2019 – 6 kvinnur og 5 menn – ið sum kunnugt eru meðaltíð av bronsutíðum frá trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.

Vit hava sostatt týðiligvís heiðursmerkjakandidatar til eisini Oyggjaleikir á Gibraltar, og vit fáa vónandi onkran afturat á liðið áðrenn vikuskiftið er av.

Imponerandi !

Vár 16:53.02 og føroyskt met í 1500 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í kvøld stórt nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open svam teinin uppá 16.53.02. Hon átti sjálv føroyska metið á 16:55.18, frá FM á stuttgeil í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Innbjóðing til Atlantic Open 2019

Broyting 18/3-19: Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja loyva eisini svimjarum uttan talentnál at luttaka á Atlantic Open 2019. Hesi kunnu tó í mesta lagi melda til 3 kappingar, á teinunum frá 50m til 200m.

Her er innbjóðing til Atlantic Open 2019 í Svimjihøllini í Gundadali hin 29. til 31. mars 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, og sum er avgerandi fyri úttøku til Oyggjaleikir 2019.

Gevið gætur at har er kravtíð sum til FM, tó her talentnál heldur enn bronsunál. Ætlanin er upp á sikt at gera hesa stevnu til eina veruliga, altjóða stevnu, har hon í ár tó fyrst og fremst er oyggjaleikaúttøkustevna.

Góða eydnu til tykkum øll

Rókur