Ægir-kvinnur 4:03.56 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir-kvinnur settu í dag nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á triðja degi av FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017 svumu teinin uppá 4:03.56. HS-kvinnur áttu metið á 4:04.84, frá FM á langgeil í fjør. Tær sum svumu nú fyri Ægir, vóru Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm.

Ásbjørg 34.45 og føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á triðja degi av FM á langgeil 2017 svam teinin uppá 34.45 sekund. Ásbjørg átti sjálv metið á 34.61, frá Reykjavík International Games í 2015, sum hon síðani svam ájavnt við eisini á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Ungarn í 2016.

Ásbjørg 34.61 og ájavnt við føroyska metið í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm legði hart út, tá ið hon kl 08:30 føroyska tíð luttók í allarfyrsta riðli á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2016, í Hódmezővásárhely í Ungarn. Tíðin 34.61 í 50 metra bringusvimjing var nevniliga júst sama tíð, sum hennara føroyska met frá Reykjavík International Games 2015. Hon hevði nokk gjarna viljað svomið bara éin hundraðpart skjótari 🙂

Ásbjørg Hjelm sett nýtt met í 50 bringu við tíðini 34.77

Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur í dag sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 34.77 á Reykjavík International 2015. Gamla metið hjá henni frá EJM í fjør summar var 35.33. Ásbjørg var við hesari tíðin klárt skjótasti svimjari í innleiðandi riðlunum, har finalan er í morgin.

Ásbjørg 33.90 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam teinin uppá 33.90 sekund. Eva Trygvadóttir átti føroyska metið og juniormetið á 34.19, so Ásbjørg er eisini fyrsta undir 34 sekund. Ásbjørg svimur fyri Ægir, og verður at síggja í finaluni í kvøld.

Ásbjørg Hjelm 35.44 nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á Danish Open 2014 í Bellahøj svam teinin uppá 35.44 sekund. Hetta er vist nokk fyrstu ferð at Ásbjørg fær skrásett eina tíð í 50 bringu á langgeil, og tó so kvinkaðu hon altso juniormetið nakað niður frá nú fyrrverandi 35.69 sum Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag svam á Small States stevnu í Hafnarfirði í 2010. Umframt at hon er bara ein tíggjundapart av einum sekundi frá føroyska metinum á 35.34, sum Malan Vitalis Bærendsen svam á DM í 2008. Sí úrslitalistan her.