Leveaux í ferð við at skifta venjara igen-igen

SwimNews.com skrivar her, at franska sprintstjørnan Amaury Leveaux eftir øllum at døma aftur er í ferð við at skifta venjara. Seinasta árið hevur hann skift frá Lionel Horter til Frederick Vergnoux og víðari til Philippe Lucas, men nú er hann skal hann vera á veg til Maxim Cornillier, sum venur millum annað Frédérick Bousquet, tá ið hesin ikki er hjá Auburn í USA.

Leveaux skiftir (aftur) venjara

Franski sprintarin Amaury Leveaux hevur nú fyri aðru ferð uppá eitt ár valt at skifta venjara, frá Fred Vergnoux í París til ‘nomaduna’ Philippe Lucas. Levaux sigur seg ikki longur orka tann mátan sum Vergnoux vildi stýra øllum, og sær nú í Lucas eina meira menniskjaliga síðu, nakað sum hjá venjaranum Lionel Horter ið hann upprunaliga fór frá. Fjølmiðlar sum SwimNews.com eru skeptiskir um avgerðina, við tað at Lucas sum kunnugt er venjarin sum Manaudou fór frá, tí at hann skuldi vera so harður. Les her á SwimNews.com.

DSC_0050

[Philippe Lucas á EM í Rijeka í 2008]

Hvørjum líkist Leveaux?

Rókur og eg hava kjakast um hvørjum Leveaux líkist. Rókur heldur Leveaux líkist Michael Caine, meðan eg haldi hann líkist meira Graham Chapman-sála úr Monty Python. Look-Alike-Meter sigur, at teir líkast líka nógv.

whosyourdaddy

Michael Caine, Amaury Leveaux og Graham Chapman.
Continue reading Hvørjum líkist Leveaux?