Alia Atkinson 28.56 og heimsmet í 50 bringu

Alia Atkinson av Jaimaika setti í gjár nýtt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á FINA World Cup stevnuni í Budapest svam teinin uppá 28.56 sekund, har hennara egna heimsmet frá FINA World Cup stevnuni í Tokyo í 2016 var 28.64 sekund. Hon er einasti svimjari av Jaimaika sum hevur sett heimsmet.

Lesið t.d. SwimmingWorld Magazine og FINA

Alia Atkinson Breaks Her Own World Record In SCM 50 Breast in Budapest

Alia Atkinson 28.64 og nýtt heimsmet í 50 bringu

Alia Atkinson úr Jamaica setti fyrradagin nýtt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á World Cup stevnuni í Tokyo svam teinin uppá 28.64 sekund. Jessica Hardy úr USA átti heimsmetið á 28.80, frá tíðini við ‘superdraktum’ afturi í 2009. Sí úrslitalistan her