AGF sagt høvuðsvenjaran upp, eftir 21 ár í starvinum

Danska svimjifelagið AGF skrivar í tíðindaskrivi á heimasíðu sínari, at tey hava avgjørt at ‘fríttstillað’ høvuðsvenjaran Niels-Jørgen Jørgensen, eftir 21 ár í starvinum. Tey siga at tað er neyðugt hjá teimum at umskipa og rationalisera, sum ljóðar sum um at har eru fíggjarligir trupulleikar. Men hinvegin eisini at tey arbeiða uppá at fáa bygt eitt sterkt toymi, “der kan sikre AGF’s fortsatte udvikling og ikke mindst stolte traditioner”. AGF eigur minst tvey toppnøvn í danskari svimjing, við ryggsvimjaranum Pernille Larsen og langteinaranum Viktor Bromer. Les her á SwimNews.dk