Poula Ø. Mohr 4:57:64 og føroyskt met í 400 blandað

JM 2011 - Poula Ø. Mohr vinnari í 100 blandaðPoula Øssursdóttir Mohr úr HS megnaði í kvøld at seta nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing fyri kvinnur, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 4:57.64, har metið hjá Elspu Mørkøre frá DHM í 2007 var 4:57.66. Elstað metið fyri einstaklingar á stuttgeil harvið slettað, til lukku Poula ! 🙂

Startlisti til Ægir-stevnuna 15. – 17. februar 2013

Viðfestur er startlistin til Stórkappingina í Klaksvík, nú í vikuskiftinum 15. – 17. februar 2013. Stevnupartarnir eru í annaðkvøld frá kl 20:00, leygarmorgun frá kl 10:30, leygardag seinnapart frá kl 17:30, og sunnudag frá kl 13:30. Sí innbjóðing frá Ægir.

DSC00891

Innbjóðing til Stórkapping í Klaksvík 15. – 17. februar 2013

Viðfest er innbjóðing til Stórkapping í Klaksvík, vikuskiftið 15. – 17. februar 2013, umframt tilmeldingarfílur. Alt er beinleiðis finala, undantikið 50 metrarnir sum verða svomnir sum A og B finalur leygarkvøldið og sunnudagin.

Svimjihøllin í Klaksvík