Úrslit frá Ægir-stevnuni 10. september 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá Ægir-stevnuni 10. september 2011. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag greitt flest heiðursmerki – 24 gull, 27 silvur og 22 bronsu – meðan HS vann 15 gull, 2 silvur og 3 bronsu, og Reysti 4 gull, 5 silvur og 3 bronsu.

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 24 27 22
HS 15 2 3
Reysti 4 5 3
Ægir 2 5 6
FLOT 1 2

Úrslit frá Ægir stevnuni 19. – 20. februar 2011

Viðfest eru úrslitini frá Ægir stevnuni í gjár og í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 26 gull, 18 silvur og 7 bronsu – meðan Ægir varð nummar tvey við 20 gull, 8 silvur og 6 bronsu, og Svimjifelagið FLOT nummar trý við 16 gull, 7 silvur og 5 bronsu.

CIMG5796

Cecilia Eysturdal úr Ægir setti 4 juniormet í 200, 400, 800 og 1500 frí, umframt at klára kravtíð til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. Turið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 bringu, og Birita Debes úr FLOT nýtt juniormet í 50 frí.

Hartil vann Alvi Hjelm úr Ægir sær silvurnál við stjørnu í 800 frí, Erna Katrin Olsen silvurnál við stjørnu í 1500 frí, Eva Trygvadóttur úr Ægir silvurnál við stjørnu í 50 bringu, og Krista Mørkøre úr Ægir bronsunál í 50 frí.
Continue reading Úrslit frá Ægir stevnuni 19. – 20. februar 2011

Birita 26.54 og juniormet í 50 frí

Birita Debes úr FLOT setti í áðni nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing, við tíðini 26.54 har juniormetið hjá henni frá FM 2010 var 27.03. Ein betring á næstan eitt heilt hálvt sekund, og bara 5 hundraðpartar frá føroyska metinum á 26.49, sum Shaila millum Garðarnar svam á evropeisku stuttgeilameistarastevnuni í Rijeka í 2008.

Cecilia nýtt juniormet í 400 frí

Cecilia Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:25.58 har juniormetið hjá henni frá X-mas Sprint kappingini hjá HS í desember var 4:29.86. Hon hevur harvið kvalifiserað seg til evropeisku juniormeistarastevnuna í Beograd í summar, har kravtíðin hjá hennara árgangi var 4:25.85. Og hon er aftur í hesari greinini nær kravtíðini til Oyggjaleikir í summar, sum er 4:23.46.

Turið juniormet í 200 bringu

Turið S. Christiansen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:40.07, har juniormetið hjá henni frá Ægir stevnu í oktober mánaða í fjør var 2:40.30. Nýggja metið var bara 3 tíggjundapartar frá kravtíðini til Oyggjaleikir á 2:39.72, sum kanska forklárar hví at tey tó so ikki vóru heilt nøgd, her norðuri.

Turið og Petur Heðin eftirmeta juniormetið í 200 bringu

Cecilia juniormet í 800 og 1500 frí

CIMG3338Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í dag føroyskt juniormet í 1500 frí, við tíðini 17:33.16 har juniormet hennara frá FM í fjør var 18:30.11. Splitt-tíðin hjá henni eftir 800 frí á 9:18.01 var eisini føroyskt juniormet, í mun til metið hjá henni frá NJM í desember á 9:20.65. Altso tvey juniormet í somu kapping, og ein betring á næstan 1 heilan minutt, og bara tvey sekund frá gullnálakravtíðini á 17:31.05.

Startlisti til Ægir stevnuna 19. – 20. februar 2011

Viðfestur er startlistin til Ægir-stevnu nú í vikuskiftinum. Hann er merktur av at Havnar Svimjifelag er á venjingarlegu í Íslandi, men tó so eru ‘kanónirnar’ har, so sum Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, Cecilia Eysturdal úr Ægir og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag.