Innbjóðing til úttøkustevnu í Klaksvík, 31. okt. – 1. nov. 2009

Viðfest er innbjóðing til úttøkustevnu í Klaksvík, leygardag 31. oktober og sunnudag 1. november 2009, har svimjararnir fáa ein síðsta kjans at svimja seg til fylgjandi avbjóðingar:

  • World Cup í Berlin tann 15. nov. 2009
  • Landsdysturin Føroyar-Ísland tann 28. nov. 2009
  • Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna í Bergen 5. – 6. des. 2009
  • Evropeisku Meistarastevnuna í Istanbul 10. – 13. des. 2009

Les meira í viðfestu innbjóðing.
Continue reading Innbjóðing til úttøkustevnu í Klaksvík, 31. okt. – 1. nov. 2009

Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Tey svimja bara heilt skjótt, her norðuri á Ægir-stevnuni í Klaksvík, har svimjarar í øllum aldursbólkum nú kappast um pláss á Oyggjaleikum og landsliðum og øðrum góðum. Til nú eru vit ikki komin gjøgnum meira enn fyrsta morgunin; men tó so hava 5 svimjarar kvalifiserað seg afturat til talentlandsliðið, 2 til DÅM, og 1 til Oyggjaleikir.

CIMG1102
Continue reading Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Startlistin til Ægir stevnuna

So er startlistin klárur til Ægir stevnuna, sum verður í morgin og ovurmorgin. Luttøkan er rættiliga stór, nú svimjarar líka frá yngsta bólk til senior sleppa at kappast á somu stevnu, við til dømis 45 dreingjum og 56 gentum á startlistanum til 50 frí, og so aftur 9 og 9 á startlistanum hjá eldra bólkinum. So vítt eg dugi at síggja, so eru øll við, av teimum ‘eldru’ sum yvirhøvur hava svomið hetta seinasta svimjiárið, og man kann tí ikki siga annað, enn at tað stundar til Oyggjaleikir 🙂

Innbjóðing til Ægir-stevnu 14. – 15. februar 2009

Ægir bjóðar nú til svimjistevnu í Klaksvík, vikuskiftið 14. – 15. februar 2009, fyri bólk 1, 2, 3, junior og senior. Bólkar 1, 2 og 3 koma at svimja saman, og junior/senior í atskyldum riðlum. Tey avmarka 400 til éin riðil pr bólk, og 800 til éin riðil í alt. Sí annars viðfestu innbjóðing, og gev gætur at tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 11. februar.