Video: Mona 4:24.46 í 400 frí

Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag svimur her 400 frí við tíðini 4:24.46, ið gevur 731 FINA stig. Hetta er besta avrik hjá einum føroyskum svimjara í tíðarskeiðnum 1. september til 1. november 2009, út yvir tey hjá Páli Joensen, og harvið billettin hjá Monu til World Cup í Berlin tann 14. – 15. november 2009.

SwimmingWorld Magazine rósar Pál til skýggja

Størsta svimjiblað í heiminum, SwimmingWorld Magazine, hevur nú eisini lagt til merkis at Pál svam skjótt, á úttøkustevnuni í Klaksvík. Lat meg skunda mær at siga, at tippið kemur ikki higani frá mær, men kanska frá amerikanska venjaranum Chris deSantis, sum er óførur at fylgja við gongdini hjá Pál, á Facebook og aðra staðni.

Pal Joensen Shines at Meet in Faroe Islands

KLAKSVIK, Faroe Islands, November 3. PAL Joensen was at it once again at the Faroe Islands as he continues to put the tiny country on the swimming map. During a short course meters meet held in Klaksvik, Joensen competed in the 400 and 1500 freestyle events, while using the rest of the meet as a warm up and warm down since there is only one pool in the location.

Continue reading SwimmingWorld Magazine rósar Pál til skýggja

It’s Official – Pál & Klaksvík nr 1

Pál & svimjihylurin í Klaksvík toppa nú senior-styrkislistan hjá SwimRankings, við hansara 14:48.40 í 1500 frí. Av eini og hvørjari orsøk halda tey at Klaksvík liggur í Danmark, men tað man vera til at rætta 🙂

Pál & Klaksvík No 1
Continue reading It’s Official – Pál & Klaksvík nr 1

Tíðindi frá SSF: Heimsklassaúrslit í Klaksvík

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í vikuskiftinum skipaði Svimjifelagið Ægir fyri svimjistevnu í Klaksvík. Hetta var seinasti møguleiki hjá føroysku svimjarunum at kvalifisera seg til fylgjandi landsliðstiltøk:

  • World Cup í Berlin tann 14. – 15. november 2009
  • Landsdystur Føroyar-Ísland í Tórshavn tann 24. november 2009
  • Norðurlendsk JuniorMeistarastevna (“NJM”) í Bergen tann 5. – 6. desember 2009
  • Evropeisk Meistarastevna á Stuttgeil í Istanbul (“EMS”) tann 10. – 13. desember 2009
  • Landsliðslega í Íslandi og Reykjavík International tann 8. – 18. januar 2010

CIMG0695

Spenningur var stórur frá seniorum og niður til tey sum eru tvey ár yngri enn juniorar, um hvør ið kundi koma afturat til hesi tiltøk. Og úrslitið gjørdist tí eisini ein svimjistevna, har øll svumu avbera skjótt, upp í móti og ofta betur enn sínar bestu tíðir, hóast so stutt er síðani summarferiuna, og hóast at talan ikki er um at “Oyggjaleikaárið” er farið afturum.
Continue reading Tíðindi frá SSF: Heimsklassaúrslit í Klaksvík

Video: Pauli 23.79 í 50 frí

Pauli Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag vinnur her 50 frí á úttøkustevnuni í Klaksvík, við tíðini 23.79. Yviri á geil 5 svimur Bjarni M. Petersen úr Ægir seg við tíðini 25.21 til Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna í Bergen í desember, og til venjingarlegu í Íslandi og Reykjavík International í januar 2010.

Úrslit frá úttøkustevnuni í gjár og í dag

Viðfestir eru úrslitalistar og hagtalsfílur frá úttøkustevnuni í Klaksvík í gjár og í dag, 31. oktober og 1. november 2009. Ein frálík svimjistevna, har vit bæði sóu tey heilt ungu menna seg óført, meðan tey meira garvaðu vístu góðan form, og Pál Joensen gjørdi tvey soloavrik í heimsflokki, í 1500 frí í gjár við tíðini 14.48.40 (922 FINA stig), og í 400 frí í dag við tíðini 3:44.18 (896 FINA stig).

CIMG0683

Pál 14:48.40 í 1500 frí í dag

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag stóð fyri størsta bragdinum á úttøkustevnuni í Klaksvík í dag, tá ið hann svam 1500 frí uppá 14 minuttir 48 sekund og 40 hundraðpartar, ið er skjótasti 1500 metur svomin í Føroyum nakrantíð, og sambært SwimRankings skjótasti 1500 metur í svimjiárinum 2010, tvs. síðani 1. august 2009. Føroyska metið hjá Pál er 14:39.99, svomið á EM í Kroatia í desember í fjør.

Bjarni M. Petersen úr Ægir kláraði kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarstevnuna í Bergen í desember, og minst 4 svimjarar afturat kláraðu kravtíð til NJM og NUM landsliðsleguna í Íslandi í januar 2010: Eyðbjørn Joensen og Guðrun Mortensen úr SuSvim, Óli Mortensen úr HS, og Heðin L. Olsen úr Ægir.

Støðið hevur yvirhøvur verið høgt á úttøkustevnuni í dag, og spennandi skal tí verða at síggja í morgin, hvør ið vinnur sær pláss til World Cup í Berlin, til landsdystin millum Føroyar og Ísland tann 24. november, til NJM og EM í desember, og til landsliðsleguna og Reykjavík International í Íslandi í januar 2010.