Adam Peaty video-frásøgn frá tá ið hann setti heimsmet í 100 bringu

Eitt áhugavert innlit her, í hvussu dagurin hjá Adam Peaty var, tá ið hann nú í vikuskiftinum setti heimsmet í 100 metra bringusvimjing. Hvat hann át um morgunin, hvussu høllin í Budapest sær út, og so sjálvsagt frá sjálvari kappingini.

Adam Peaty 57.92 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Bretski Adam Peaty setti í dag risa heimsmet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á bretsku meistarastevnuni í London svam teinin uppá 57.92 sekund. Tað var suðurafrikanski Cameron van der Burgh sum átti heimsmetið á 58.46 sekund, frá tá ið hann í sama hyli á OL í 2012 vann gull og síðani viðgekk at hava nýtt ólógliga nógv firvaldaspørk. Lesið t.d. her á SwimmingWorld