4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Fýra svimjarar fóru í morgun til Finlands har teir skullu taka lut í NUM ( Nordisk Ungdoms Mesterskaber )

Hetta er kapping á sera høgum støði, har bara tey bestu sleppa við.

SSF valdi at senda hesi avstað: Birita Debes (Flot), Helenu Strøm Sævarsdóttir (SuSvim), Moniku Biskupstøð (Ægir) og Poulu Øssursdóttir Mohr (FS).

Kappingin byrjar ímorgin, og svimjararnir koma heimaftur sunnukvøldið.

Venjarar eru : Rúni Gaardbo, Petur Heðin á Fløtti og Jóhan Martin Poulsen Continue reading 4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Videobrot av 400 frí innleiðandi

Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.

Fjøðurlættir í kvøld

Tað sum vit ikki hava torað at nevnt við einum orði seinasta døgnið, gekk í uppfyllilsi í dag, og lagið er tí bara so avbera gott. Serbiska guidin hjá føroyingum stóð uppi og rópti upp á Pál, og var heilt rørd tá ið eg tosaði við hana seinni. Taxa-chaufførurin í bilinum heim av Continental í kvøld spurdi tríggjar ferðir um tað veruliga var satt (og triðju ferð var tað líka við at hann steðgaði bilinum) at vit bara eru 48.000 fólk alt í alt, og tó so hava fingið ein evropameistara. “That is beautiful”, er orðarætt sitat frá hesum fryntliga serba. Continue reading Fjøðurlættir í kvøld

Eitt ótrúligt kvøld

Ja hatta var so tað, fyrsta føroyska heiðursmerkja á EJM nakrantíð, og tá enntá eitt úr gulli. Pál Joensen, evropameistari í 400 frí við 3:51.44. Sjálvsagt føroyskt met, og føroyskt met eisini í 200 frí, eftir at hava svomið fyrstu 200 í hasum 400 við tíðini 1:53.20. Undir vinnaratíðina hjá Izotov frá HM í Mexico í juli, og harvið ovast á styrkismetingarlistanum hjá alheims juniorum, í 400, 800 og 1500 frí. Sensatiónin er her, og tvær kappingar eru eftir. Tvær har hann er betur. Continue reading Eitt ótrúligt kvøld

Komnir til Beograd

Kuffertið hjá mær kom tó ikki longur enn til onkunstaðni millum Vágar og Kastrup, so nú er at ansa eftir ikki at sveitta niður í hosurnar. Vit báðir Jón Brian flugu úr Keypmannahavn til Beograd saman við familju og kenningum hjá Pál, og vitjaðu so teir fýra á Hotel Continental, á veg inn til okkara egna hotel. Øll eru við gott mót.

Bill.597 Continue reading Komnir til Beograd

Danir bjóða fysioterapi í Beograd

Jón skrivar á www.susvim.com: Annars er tað nok so stuttligt at vera føroyingur her til EJM nú okur hava svimjarar við sum veruliga gera um seg. Danir komu til mín í dag og bjóðau okkum at sita saman við teimun, tað er ikki komi fyri fyrr. Um tað er tí at teir síggja møguleikar fyri at fáa Kára og Pál á danska landsliðið í framtíðni, ella um tað er tí at okur halda til saman við svium, ella tí at danir bara elska Føroyar, skal eg ikki sita her og siga, men teir hava bjóða okkum gratis fysioterapeut og annað gott. Jú jú kongaríki letur hoyra frá sær, og tað er bara gott. Continue reading Danir bjóða fysioterapi í Beograd

Serbiskt sjónvarp sendir ‘live’ frá EJM

Serbiska rásin RTS 2 sendir beinleiðis frá finalunum á EJM í Beograd, mikudag 30. august til sunnudag 3. august, frá kl 16 til 18 føroyska tíð. Eg havi ikki funnið streaming frá teirri rásini enn, men her niðanfyri er so offisiella streamingin frá teimum, sum vónandi hoppar eitt sindur millum RTS 1 og 2. Um hetta slettis ikki riggar hjá tykkum, so er tað kanska tí at tit mangla at leggja inn Real Player á telduni.

Update 2. august 2008! Portalurin avdúkaði fyri løtu síðani, at tað veruliga ber til at fylgja við evropeisku meistarastevnuni í svimjing, um man hevur parabol sum peikar á fylgisveinin sum serbiska sjónvarpsrásin RTS brúkar. Hoyrdu her fyri løtu síðani, at onkur serbi hevur fylgt við EJM á rásini hesar seinastu dagarnar, úr Føroyum. Vit vita ikki enn um tað so eisini riggar at síggja tað sum ‘live stream’ á internetinum, men fyri sikkurheit skyld flyti eg tí hendan postin fram aftur á forsíðuna.

Continue reading Serbiskt sjónvarp sendir ‘live’ frá EJM