Freistin at søkja frá NATA er í morgin

Sum tit kunnu lesa m.a. her á isf.fo, so ber til at “søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi” frá NATA, um talan er um samstarv millum minst tvey av londunum Føroyar, Grønland og Ísland. Tað kann vera t.d. uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt. Umsóknarblaðið kann finnast her á samvit.fo, men freistin er altso longu í morgin, 29. august 2008. Continue reading Freistin at søkja frá NATA er í morgin

“Her er kaos”

Umleið soleiðis byrjaði EJM stevnan, við at elektroniska talvan bara blinkaði býtt, og tey máttu brúka tjóvstartsbandið til at fiska ein av fyrstu riðlunum upp aftur, at byrja av nýggjum. Ikki tí at svimjararnir høvdu gjørt nakað galið, men tí at riðilin av onkrari orsøk varð startaður uttan at tíðtakingarskipanin var klár (ella okkurt sovorðið).

Continue reading “Her er kaos”

Furesø Avis um Pál Joensen

Stórt rós til okkara ungu hetju, her í Furesø Avis:

I den danske lejr var der også stor sympati for Færøernes kæmpetalent, Pál Joensen, der på imponerende vis gjorde “rent bord” på de lange distancer idet han vandt både 400m, 800m og 1500m fri i fremragende tider. Han satte sågar ny nordisk seniorrekord i 800m fri og stjal dermed titlen fra Danmarks OL-svømmer Mads Glæsner.

Og so eitt til okkum øll at bíta merki í:

EJM svømmerne vil for manges vedkommende være på toppen af deres karriere om 4 år ved OL i London. Det må siges at Storbritanien allerede er i fuld gang med forberedelserne, de vandt nemlig den ene medalje efter den anden, satte flere mesterskabsrekorder og har nu mange stærke juniorsvømmere som køres i stilling til at tage medaljer til OL på hjemmebane i 2012.

Kunnu vit náa tað? Verður Pál klárur at verja Føroyar á OL í 2012? Eg vóni tað! Continue reading Furesø Avis um Pál Joensen

Áhugavert kjak í Løgtinginum í løtuni

Tey hava nú eina góða løtu umrøtt elituvenjingina í Føroyum, og her serstakliga úrslitið hjá Páli Joensen í Beograd. Og tað er sanniliga positivir tónar úr øllum herðashornum, frá at tey mest neiligu tosa um at styrkja ítróttin sum heild, til at tey mest positivu vilja geva elitu-íðkarum starvsløn. Lurtið á netvarpinum hjá Løgtinginum.