Skegt skeið í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum vóru millum annað nøkur úr svimjingini á skeið hjá ÍSF, um venjing av børnum og ungum. Hetta var eitt ógvuliga gevandi skeið, har vit komu runt um hetta at venja yngru aldursbólkarnar, og fingu góð hugskot til dagligu venjingina. Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so var skeiðið eisini serliga gott tí at fólk vóru (ella vórðu) so ‘við uppá tað’.

Her eru nakrar myndir úr myndasavninum hjá ÍSF…


Continue reading Skegt skeið í vikuskiftinum

Madsen kritiserar týska hugburðin

Norski Ørjan Madsen er ikki blíður, nú hann gevst sum týskur landsliðsleiðari. Har er ov nógv fokus á trupulleikan, á umberingina, ov nógv misálit, øvundsjúka og nalvaskoðan. Nýggi sportschefurin Lutz Buschkow er heldur ikki heilt mjúkur, men heldur at týskarar mangla “race toughness” og yvirhøvur venja ov lítið í mun til hvat restina av heiminum ger. Men ok, kanska alt verður betur, nú tey savna síni bestu í 5-7 kraftsentur. Lesið SwimNews.

Nike slítur við elitusvimjingina

Klædnaframleiðarin Nike hevur herfyri fráboðað sínum sponsoreraðu elitusvimjarum, at tey gevast við at menna hesar ‘superdraktirnar’ sum elitusvimjingin nú krevur. Talan er um svimjarar sum Cullen Jones, Jason Lezak, Aaron Piersol og Brendan Hansen, og agentur teirra Evan Morgenstein sigur ikki mætari enn at hetta er deyðin fyri amerikansku elitusvimjingina, at ein av teimum trimum størstu framleiðarunum av ítróttarklæðum og -útgerð nú er úti úr svimjingini. Lesið cnbc.com

Dirk Lange gevst sum suðurafrikanskur landsliðsvenjari

Har hevur sum kunnugt verið ballada millum venjarar og svimjarar í suðurafrikanska svimjisambandinum, og nú hava tey so avtalað ikki at fara undir nýggjar sáttmálasamráðingar. Men tíðindaskrivið her frá suðurafrikanska svimjisambandinum, nevnir tó bara alt tað góða sum er hent í tíðarskeiðinum hjá Lange, umframt líka at Lange fer at samstarva við advokatarnar sum nú kanna málið.

Fá bókina “Aldersrelateret træning i svømning” fyri einki á svoem.dk

Team Danmark hevur sum kunnugt arbeitt nú í nøkur ár við eini verkætlan kallað “Aldersrelateret Træningskoncept” (stytt ATK), at fáa skrivað niður alt tað sum vit vita er gott hjá børnum og ungum at venja, frá yngstu aldursbólkar og fram til elitustøði. Ein grundbók finst um ítróttarvenjing yvirhøvur, og nú er ‘supplementið’ um svimjing so klárt, at keypa frá Dansk Svømmeunion ella taka niður fyri einki sum PDF-skjal. Og lat meg heldur avdúka beinanvegin, at her er talan um eitt veruligt “verk” á 51 A4-síður, sum viðger bæði hvussu svimjivenjingin eigur at vera hjá ymisku bólkunum, og hvussu vit annars kunnu hjálpa teimum við landvenjing, mentalvenjing, skaðafyribyrging, mati og øðrum.


Continue reading Fá bókina “Aldersrelateret træning i svømning” fyri einki á svoem.dk

Norðurlendskar kravtíðir til NJM 2008

Til stuttleikar ein samanbering av kravtíðunum til NJM 2008, so frætt sum eg havi dugað at funnið tær á netinum. Norðmenn siga seg brúka meðaltal av triðbestu tíð á trimum teimum seinastu NJM. Danir brúka nakað sum minnir um tað sum norðmenn gera, meðan íslendingar brúka eitt millumting millum norsk/donsku kravtíðirnar og tær føroysku. Havi ikki funnið tær svensku enn, og dugi ikki at finna runt á finsku ella estisku heimasíðunum.
Continue reading Norðurlendskar kravtíðir til NJM 2008

Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon

Nautica Malibu Triathlon í Los Angeles er nokk tað triathlon sum tú skalt luttaka í, um tú vilt møta veruligum ‘celebrities’, og enntá hava møguliga at smyrja tey av. Í ár luttóku m.a. Jennifer Lopez, Matthew McConaughey og Anna Kournikova, og skaffaðu í hesum sambandi $950,000 til Children’s Hospital of Los Angeles. J-Lo brúkti 2 tímar, 23 minuttir og 38 sekund, um at svimja 800 metrar, súkkla 29 km og renna 6,4 km; men hon hevur gott nokk eisini nýliga átt tvíburðar.


Continue reading Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon

Hmm, hví eru svenskir seniorar altíð so góðir?

Kann tað hugsast, at tað er tí at tey eru so røsk at fara uttanlanda at venja? Sambært yvirlitinum her (niðarliga) á simma.nu, so eru tað einir 43 sviar sum í løtuni venja á amerikanskum ‘college’, og síðan er eisini røsk at koma við áhugaverdum leinki til sviar sum fyrr lósu í USA, og til heimasíður sum berecruited.com, har tú kanst skráseta teg og møguliga ‘rekrutterast’ til at sleppa á amerikanskan lærdan háskúla.

Manaudou á veg aftur til Lucas?

Franska Laure Manaudou hevur sambært L’Equipe sagt upp samstarvið við felagið Mulhouse og venjaran Lionel Horter. Og slaturin vil vera við, at hon møguliga er á veg aftur til sín ‘mentor’ Philippe Lucas, sum fekk hana upp á ovastu rók í svimjiheiminum, men sum hon eisini sleit so dyggiliga frá, fyri hálvum øðrum ári síðani. Les swimnews.com

Ups, Brendan Hansen misti OL gullheiðursmerkið burtur, men fekk tað aftur

Brendan Hansen uppdagaði á ferð millum heimbýin í Pennsylvania til húsið hjá sær í Texas, at gullheiðursmerkið hjá honum frá OL í Bejing ikki longur var í viðførinum. Men okkurt ferðafólk á flogfarinum fann heiðursmerkið, og lat tað inn til røttu myndugleikar. Les SwimInfo

Image courtesy of M@rcopako, some rights reserved.