Berlin World Cup verður eisini víst ‘live’

Faktiskt verður tað víst ‘live’ beint nú, við Mellouli og Glæsner í vatninum. Teir svimja 400 frí, og um eina løtu kemur so Elspa Mørkøre við næstbestu tíð í 200 rygg. Hon svam eisini 50 rygg fyri løtu síðani, og fekk har sættbestu tíð, 28.17.

Orsaka at hetta kemur eitt sindur ‘ketta upp úr høvdatrog’, men sambært World Cup heimasíðuni skuldi tey ikki byrja at senda ‘live’ fyrr enn kl 18:00 GMT. Eg væntaði heldur ikki annað, men fór at ivast, nú fráboðan kom frá SwimInfo, um at Peter Marshall hevði sett heimsmet.

Heimasíðan hjá svimjistevnuni eitur www.fina-arena-worldcup.com, og tað ber eisini til at fylgja við á www.omegatiming.com, umframt at síggja ‘live stream’ frá finalunum her.

Nú sleppur hettan hjá Phelps út í rúmdina

NASA astronaut Mike Massimino talks with Busch about his upcoming trip to outer space, which will include taking an autographed Michael Phelps swimming cap with him on the shuttle to repair the Hubble telescope. Massimino talks about the origins of the idea and what he might be able to do with the cap while in space.
Continue reading Nú sleppur hettan hjá Phelps út í rúmdina

Danska svimjisambandið samtykt forboð ímóti ‘kappingardraktum’

Lesið her á swim.dk og her á svoem.dk. Danska svimjisambandið hevur samtykt at forbjóða nýtslu av øllum sokallaðum ‘kappingardraktum’ á ‘árgangsstevnum’, “i såvel Dansk Svømmeunions regi som i regi af medlemsklubberne”. Tað vil í ár siga forboð ímóti øllum draktum sum ikki hava ‘klassiskt’ snið í buksum ella drakt, hjá gentum føddar 1995 og seinni og dreingjum føddir 1993 og seinni.

Forboðið er tó ikki galdandi á stevnum har yngru svimjararnir kappast ímóti seniorum (DM, DJM og DMH), og tá ið yngru svimjararnir kappast uttanlanda. Fyri at umganga møguligar misskiljingar, verður danski teksturin endurgivin í síni fullu longd, her í tí fylgjandi …
Continue reading Danska svimjisambandið samtykt forboð ímóti ‘kappingardraktum’

OK, nú oppaði Kringvarpið seg !

Besta svimjifrásøgn í Kringvarpinum ‘ever’, við bæði video frá teimum 1500, 400 og alt tað sum Elspa svam, umframt samrøður við Pál og Jón OG brot frá teimum fýra heimsmetunum (!). Her er ein lítil stemningsvideo av Balkan, til heiðurs fyri Kringvarpið, og sum ‘prik’ til hasar ið gjørdu seg fyri skommum í býnum sum maðurin syngur um.

Innbjóðing til Silva Cup 2008

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so skipar svimjifelagið Reki leygardagin 22. november fyri “Silva Cup 2008” svimjistevnu í Leirvík, fyri svimjarar í bólki 2 og 3, umframt einum bólki sum tey kalla “4”, ið eru dreingir føddir 1999 og seinni. Kappingin er opin, men úrslitini verða bólkabýtt. Sí annars innbjóðing og tilhoyrandi kappingarfílu.

Hackett ynskir betri doping-kontrol

“We are being extremely naive to think we are catching the drug cheats in sport and that the net is closing when blood samples aren’t taken at a major meet like the Olympics.”. Hetta sigur Hackett, í sambandi við at hann eftir øllum at døma sjálvur varð dopingkannaður í sambandi við sítt silvurheiðursmerki í Beijing, meðan gullmerkjavinnarin Oussama Mellouli ikki var kannaður, hóast at hann júst var afturkomin frá ein 18 mánaðar dopingdóm. Lesið á foxsport.com.au og á swimnews.dk.

Ein dag møtast teir …

Alt for matematiskt, men eg kundi ikki lata verða: Her eru úrslitini hjá Glæsner og Joensen samanborin frá DMK í Greve tann 27-10-2007, frá EKM í Debrecen tann 15-12-2007 og frá Stockholm nú í dag. Og so ‘trendlinjur’ roknaðar við Excel, til at síggja hvussu ‘trendurin’ er á teirra betringum. Sær út til at teir møtast einaferð á vári í 2009, ov seint til EKM í Rijeka men tíðsnokk til HM í Rom 🙂

1500betringar