Richard Quick hevur krabbamein í heilanum

Amerikanski toppvenjarin Richard Quick, sum hevur verið við amerikanska landsliðnum til OL minst 6 ferðir, og sum fleiri av okkum føroysku venjarum hoyrdu á venjararáðstevnu í Brøndby í 2007, hevur sambært Swimming World Magazine fingið staðfest krabbamein í heilanum. Tíverri av óndsinnaða slagnum, og uttan at kunna leggjast undir skurð.

Pál er aftur í ár ársins ítróttarnavn

Hetta er annað árið á rað at almenningurin velur Pál sum nummar 1 í stóra tiltakinum “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Um vit leggja hendan heiður afturat tí faktum, at Pál og Jón eisini vunnu heiðurin sum ‘ársins ítróttarbragd 2007‘, í tiltakinum hjá Dimmalætting í februar, eftir at Elspa Mørkøre hevði vunnið hendan heiður tvey ár á rað, so er eingin ivi um at svimjing er stóri úrvalsítrótturin í Føroyum. Til lukku Pál!

FINA bjóðar til “1st World Swimming Coaches Conference”

OK, ráðstevnan er heilt yviri í Singapore, longu nú 15. – 17. januar 2009, og eg vænti tí ikki at hon verður viðkomandi fyri nakran føroying. Men skráin er øgilig, við røðarum sum FINA-forsetin Mustapha Larfaoui, Rohan Taylor venjari hjá Leisel Jones, Peter Churchill venjari hjá Li Tao, Mark Bohl venjari hjá Stephanie Rice, Brett Hawke venjari hjá Cesar Cielo, Norimasa Hirai venjari hjá Kosuke Kitajima, Mark Schubert og Alan Thompson landsliðsvenjarar hjá ávikavist USA og Avstralia, og Bill Sweetenham sum nokk eigur mestu ábyrgd fyri at bretsk svimjing hevur lyft seg upp. Formaðurin hjá FINA Medicine Committee kemur at fortelja um nýggjar dopingreglur, og annað.

Venjarin hjá Sullivan vil hava superdraktirnar burtur

Grant Stoelwinder, venjari hjá avstralska supersprintaranum Eamon Sullivan, heldur sambært swimnews.com, at Speedo LZR Racer betrar ein svimjara umleið 0.3 sekund fyri hvørjar 50 metrar, og at nýtslan av øðrum draktum, og fleiri draktum í senn, ger enn meira mun. Hann heldur at tað tekur virðingina burtur frá íðkarunum – at fólk í dag bara siga ‘ná, ja, tað er jú bara draktin’ – og at vit tí eiga at fara aftur til tær draktir sum vórðu nýttar áðrenn 2008, eisini hóast tað kann merkja at heimsmetini koma at standa í 10 ár. Trupulleikin er bara, hvussu man reint praktiskt tryggjar at svimjarar ikki brúka ólógligar draktir undir tær lógligu, “do we need referees in the marshalling area making sure there is not two suits underneath?”.

(Eamon Sullivan & Stephanie Rice, courtesy of avlxyz, CC Attribution-Share Alike)
Continue reading Venjarin hjá Sullivan vil hava superdraktirnar burtur

Fronsku heimsstjørnurnar kappast í hesum døgum

Franska oyggin La Reunion skipar á hvørjum ári fyri eini altjóða svimjistevnu á oynni í indiska havinum, dagarnar 27. – 29. desember, har serliga teir franskir toppsvimjarar luttaka, men eisini kendir svimjarar úr øðrum londum. Í ár er hetta serliga aktuelt, við tað at tað sum kunnugt gekst fraklendingum so avbera væl á EM í Rijeka, og nøvn sum Alain Bernard, Frederick Bousquet, Coralie Balmy og Laure Manaoudou tí eru alvorlig trekkplástur. Umframt at ein svimjari sum Cameron van der Burgh, sum hevur heimsmet í 50 og 100 bringu, ikki er at kimsa at.


Sí størri kort
Continue reading Fronsku heimsstjørnurnar kappast í hesum døgum

Yvir 100.000 at vinna í Lyngby í januar

Nú fara flestu av okkara bestu til Reykjavíkar í ár, men tað er kanska vert at bíta merki í stóru stevnuna í Lyngby, kallað “Lyngby Open“, sum eisini er í januar. Har eru í ár pengavirðislønir á 300, 200 og 100 krónur til nr 1, 2 og 3 øllum kappingum í fimm aldursbólkum, umframt bonus á upp til 1000 evrur til tey sum uppnáa flest FINA stig. Til venjarar verður hartil ein serlig “Mini Clinic”, har nýggjasti heimsmetasetarin Aschwin Wildeboer fer at hava ein fyrilestur, og tey síðani skipa fyri einum betri bita.

Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko

Svøríki gjørdist nr 74 av 87 londum á OL í Beijing, aftanfyri lond sum Kirgizistan, Ecuador og Sudan. Tey vunnu einki gull yvirhøvur, og annað OL á rað slettis einki heiðursmerki í svimjing yvirhøvur. Jón Bjarnason viðmerkti einaferð í leypi av EM í Rijeka, at sviar meta orsøkina innan svimjing verða ov nógv ár av fokus á ‘kvalitet fram um kvantitet’. At tey hava minkað ov nógv um venjingarnøgdina, og tí í nøkur ár hava livað høgt uppá bara tey sum náddu at fáa nógva venjing áðrenn hon varð minkað. Og at tað so er uppi hjá teimum nú. Ein áhugaverdur tanki, sum verður kryddaður við enn fleiri áhugaverdum tankum, nú eg setti meg at leita eftir hvat sviar sjálvir siga.
Continue reading Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko

Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar

Michael Phelps segði sum kunnugt í leypi av OL í Beijing, at hetta var síðstu ferð hann fór at kappast í 400 blandað, og nú kunnu vit lesa í USA Today, at hann á HM í Rom fer at kappast í serliga 100 firvald, rygg og crawl. Orsøkin er at hann ynskir at sleppa undan hørðu venjingina sum krevst til at svimja 400 blandað á høgum støði, og at hann og Bowman tí fara at fokusera uppá at byggja sprintferð í honum, fram til OL í Beijing.

Venjingin fer tí niður frá teimum upp til 80 km um vikuna sum hann svam áðrenn OL í Beijing, til í mesta lagi 50 km um vikuna, sum tó verða oftari hart. Men venjarin Bob Bowman er ivasamur um skiftið, tí Phelps eftir hansara tykki er meira til fart-úthaldni enn reint sprint. “I think he wants to swim the sprints, but we’ll see how it works out,” sigur Bowman. “He might be wishing for some of that 400 IM training.”

(Image courtesy of tsevis, CC Attribution-Noncommercial-No Derivatives)
Continue reading Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar