9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu

Avstralska Stephanie Rice vann trý gullheiðursmerki í Beijing í august, og setti tá m.a. langbanaheimsmet í 200 og 400 metur blandað. Men nú hevur hon hildið pausu í 9 vikur, skal tí til at veruliga arbeiða hesar næstu tveir mánaðirnar, um hon skal klára at kvalifisera seg til HM í Rom. Sum venjarin Michael Bohl sigur tað:

She’s had the longest break she’s ever had. There was nine weeks where she wasn’t doing too much at all. So she went from being a very fit person to being pretty unfit and she struggled, not motivation-wise, but getting back into a routine.

Kelda: SwimNews.dk

(Stephanie Rice. Image courtesy of sunrise.seven. CC by-nc-nd)
Continue reading 9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu

Innbjóðing til SuSvim stevnu

Fyrsta stevna í 2009 verður nú leygardagin 10. januar, í Vági. Hendan stevna skuldi annars verða fyrst 17. – 18. januar, men er framskundað tí at Reykjavík International hevur flutt seg í mun til tá ið kalendarin hjá SSF varð lagdur. Stevnan umfatar tær fýra kappingargreinarnar á 50 og 200 metrum, umframt 200 blandað og 4×200 frí, og verður skipað so at til ber at ferðast suður og norður sama dag. Sí annars viðfestu innbjóðing.

Eamon Sullivan skal opererast í mjødnini

Avstralski sprintarin er kendur fyri at hava koma skjótt út til teir fyrstu 15, men hevur eisini fyrr havt trupulleikar av mjødnini. Er opereraður 3 ferðir í henni, og skal nú sambært SwimInfo skurðviðgerast fyri fjórðu ferð, har tey skulu umvæla eitt liðband og barbera ein ‘spora’ av beininum. Men venjarin Stoelwinder heldur fyri tað at hann kann koma aftur ‘um ikki sum tann sami, so sum ein betri’ 🙂

Danir herða HM úttøkutreytirnar (vegna draktirnar)

Hetta skrivar Politiken. Nýggju ‘superdraktirnar’ hava betrað so nógv um heimsstøðið, at tað kravið sum danskarar høvdu roknað til at kunna geva umleið eitt 16. pláss á komandi HM, nú bara verður væntað at geva eitt 30. pláss. Og tí velja tey nú at broyta uppá tær kravtíðir sum longu eru almannakunngjørdar, so at tey ikki enda við at senda 20 svimjarar til Rom, harav bara helvtin hevur kjans at náa semifinalu.

DSC_0502

(Danska Jeanette Ottesen, á EM í Rijeka)

Hatta var so 2008, koyr á 2009 !

Ja, nú eru vit so komin til síðsta kvøld, í einum ári sum sambært formanni SSF var “eitt tað besta árið í føroyska svimjing nakrantíð”. HM í Manchester, EJM í Beograd, World Cup í Stockholm og EM í Rijeka. Umframt góð úrslit á øllum donskum meistarastevnum, og eitt rímiligt NJM eisini. Føroysk svimjing hevur virkuliga svingað seg upp til at vera nakað sum føroyingar fylgja við í, og frammanfyri okkum nú eru so ein røð av stevnum, alt árið 2009.

DSC_0227
Continue reading Hatta var so 2008, koyr á 2009 !

Schoeman upp í kórið ímóti nýggju draktunum

Nú hevur Craig Lord so eisini tosað við suðurafrikanska supersprintaran Roland Schoeman sum sigur seg gjarna vilja svimja aftur í stuttum buksum, tí sum hann sigur, ‘tað er rúm fyri nýskapan uttan at gera gjøldur burtur úr ítróttinum’. Tit kenna vælsagtans flestu argumentini eftirhondini, so eg leinki bara beinleiðis til samrøðuna millum Craig Lord og Schoeman.

(image courtesy of southafrica.blogspirit.com)

Richard Quick hevur krabbamein í heilanum

Amerikanski toppvenjarin Richard Quick, sum hevur verið við amerikanska landsliðnum til OL minst 6 ferðir, og sum fleiri av okkum føroysku venjarum hoyrdu á venjararáðstevnu í Brøndby í 2007, hevur sambært Swimming World Magazine fingið staðfest krabbamein í heilanum. Tíverri av óndsinnaða slagnum, og uttan at kunna leggjast undir skurð.

Pál er aftur í ár ársins ítróttarnavn

Hetta er annað árið á rað at almenningurin velur Pál sum nummar 1 í stóra tiltakinum “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Um vit leggja hendan heiður afturat tí faktum, at Pál og Jón eisini vunnu heiðurin sum ‘ársins ítróttarbragd 2007‘, í tiltakinum hjá Dimmalætting í februar, eftir at Elspa Mørkøre hevði vunnið hendan heiður tvey ár á rað, so er eingin ivi um at svimjing er stóri úrvalsítrótturin í Føroyum. Til lukku Pál!

FINA bjóðar til “1st World Swimming Coaches Conference”

OK, ráðstevnan er heilt yviri í Singapore, longu nú 15. – 17. januar 2009, og eg vænti tí ikki at hon verður viðkomandi fyri nakran føroying. Men skráin er øgilig, við røðarum sum FINA-forsetin Mustapha Larfaoui, Rohan Taylor venjari hjá Leisel Jones, Peter Churchill venjari hjá Li Tao, Mark Bohl venjari hjá Stephanie Rice, Brett Hawke venjari hjá Cesar Cielo, Norimasa Hirai venjari hjá Kosuke Kitajima, Mark Schubert og Alan Thompson landsliðsvenjarar hjá ávikavist USA og Avstralia, og Bill Sweetenham sum nokk eigur mestu ábyrgd fyri at bretsk svimjing hevur lyft seg upp. Formaðurin hjá FINA Medicine Committee kemur at fortelja um nýggjar dopingreglur, og annað.