Nú eru tey sjey sum hava klára kravtíð til Oyggjaleikir

Vit hildu tað vera rættiliga harðar treytir í fjør, at skerpa kravtíðina til Oyggjaleikir á Álandi frá 5. bestu tíð til 3. bestu tíð á undanfarnu Oyggjaleikum. Altso tað sama sum at siga, at kravtíðin í ár vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos. Vit spáddu kanska 4-6 at fara til Álands; men nú eru tey sjey. Fýra gentur sum í øllum førum kunna brúkast blandaðu liðsvimjingina (Birita, Malan, Shaila og Mona), og so teir tríggir Pál, Kári og Dánjal Martin. Og frá nú av leggjast tey vælsagtans bara afturat, um ikki onkur av hesum fær forfall frá kappingini á Álandi, ella verður troðkaður av liðinum av øðrum.
Continue reading Nú eru tey sjey sum hava klára kravtíð til Oyggjaleikir

Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Tey svimja bara heilt skjótt, her norðuri á Ægir-stevnuni í Klaksvík, har svimjarar í øllum aldursbólkum nú kappast um pláss á Oyggjaleikum og landsliðum og øðrum góðum. Til nú eru vit ikki komin gjøgnum meira enn fyrsta morgunin; men tó so hava 5 svimjarar kvalifiserað seg afturat til talentlandsliðið, 2 til DÅM, og 1 til Oyggjaleikir.

CIMG1102
Continue reading Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Oyggjaleikakandidatar 2009

Nú byrjar klapp-jaktin av álvara, um hvør sum sleppur við til Oyggjaleikir á Álandi. Hvørt land kann sum kunnugt bara luttaka við tveimum svimjarum í hvørjari grein, og Svimjisamband Føroya hevur hartil sett sína egnu kravtíð, at vera triðbesta tíð í finalunum á Rhodos í 2007. Sum so aftur merkir, at kravtíðin til Áland vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos, uttan í førinum við 50 firvald hjá monnum, har tveir fingu silvur (har er kravtíðin tí tíðin hjá honum sum varð nr. 4, við tað at eingin varð nr. 3).
Continue reading Oyggjaleikakandidatar 2009

Startlistin til Ægir stevnuna

So er startlistin klárur til Ægir stevnuna, sum verður í morgin og ovurmorgin. Luttøkan er rættiliga stór, nú svimjarar líka frá yngsta bólk til senior sleppa at kappast á somu stevnu, við til dømis 45 dreingjum og 56 gentum á startlistanum til 50 frí, og so aftur 9 og 9 á startlistanum hjá eldra bólkinum. So vítt eg dugi at síggja, so eru øll við, av teimum ‘eldru’ sum yvirhøvur hava svomið hetta seinasta svimjiárið, og man kann tí ikki siga annað, enn at tað stundar til Oyggjaleikir 🙂

Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni

Kanska er tað bara eg sum eri ‘ketta upp úr høvdatrog’; men eg hevði so ongantíð hoyrt um hetta, fyrr enn Haljand nú í Tallinn fortaldi um nýggju bringu- og firvalda-vendingina. Heldur enn at venda sum vit altíð hava lært, við salto aftur á ryggin, og snar til at koma aftur á búkin, skulu serliga sprintararnir nú bara dykka inn í vendingina, og so venda ‘sum á einum borðiski’. Sum Astrið roynir at læra seg, her í videoini niðanfyri …


Continue reading Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni

Innbjóðing til FS ítróttardag, 21. februar

Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so bjóðar Fuglarfjarðar Svimjifelag “øllum svimjifeløgum til ein øðrvísi ítróttadag, í Fuglafirði tann 21. feb., fyri seniorum, juniorum og bólki 1”. Talan verður um ymiskar kappingar inni í ítróttarhøllini, úti og í svimjihøllini, og tí skulu luttakararnir hava bæði innandura og uttandura klæðir og skógvar við (umframt vælsagtans svimjiklæðir eisini :-). Kappast verður sum einstaklingar og í bólkum, og dagurin endar við tunnusláttri og einum góðum bita. Seinasta freist at melda til er mánadagin 16. februar kl 18, og luttøkugjaldið er 50 krónur fyri hvønn.

Eingin hevur enn ‘ordiliga’ svomið tvørtur um Atlantshavið

Denver Endurance Sports Examiner skrivar her rættiliga áhugavert um tað at Jennifer Figge herfyri varð søgd at svimja tvørtur um Atlantshavið, ella umleið 2770 miles, uppá 24 dagar, at “If she had (swum across the entire Atlantic Ocean per the earlier reports), she would have swum faster than Michael Phelps — pre-bong — hour after hour, day after day”.


Continue reading Eingin hevur enn ‘ordiliga’ svomið tvørtur um Atlantshavið