Enn pláss á venjaraskeiði hjá ÍSF í vikuskiftinum

ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 6/3 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 7/3 frá kl. 9.00 til 17.00. Hetta er sama skeið sum summi av okkum longu hava verið á, har evnini eru ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Lesið meira her á isf.fo.

½ ár úr hylinum

Ungi sviin Mattias Carlsson, føddir sama ár sum eitt nú Pál Joensen og um kanska ikki heilt so góður enn, so ein profilur í svenskari svimjing, og sum Pál, eitt lovandi talent til framtíðina. Hann svimur 200m rygg og 200m firvald undir 2min, og 400m frí á langbana undir 4min.
Mattias Carlsson
Sviar høvdu vanta sær nógv av hesum unga manni sum okur høvdi vitjan av til NJM í Havn í desembur 2007 har hann vann 3 gull eins og Pál. Mattias vann 200m firvald, 100m rygg og 200m rygg. Men nú sær ikki so gott út hjá Mattiasi, ella í øllum førum ikki næstu 6 mánaðirnar, tí hann skal undir knívin eftir at hava veri óheppin á skíum. Og so hugsi eg um Róa á Kósuni….. suk!

simma.nu skrivar: Mattias Carlsson borta sex månader
Igår fick Uddevallasimmaren Mattias Carlsson sin läkardom. Borta från simningen i sex månader. Detta efter att ha åkt lössnöåkning under sportlovet och skadat yttre ledbandet och eventuellt också menisken. Skadan kommer att kräva opertaion.

Eg skal ikki sita her og siga við fólk at tey ikki skulu fara á skiferiu, men eg vil siga, at eg havi ringar royndir við tí. Rikke Møller úr West Swim í Esbjerg var eitt sera sera lovandi talent, til hon skræddi sær knæði sundur, bókstaviliga!!!. Tað eru 6 ár síðan nú, og 5 ferðir undir knívinum hava enn ikki hjálpt.

Svimjarir sum Rikke og Mattias høvdu eitt til felags, hypermobilar føtur, akslar og knø. Tá ið ein hugsar um alla tað strekking sum okur gera hvønn dag fyri at gerast skjótari undir vatninum, uttan at styrkivenja beinini so nógv at tey gerast tung, ja so er eingin ivi hjá mær um, at okur skulu halda okon til at skreiða á sledum. Okur gera jú alt fyri at knø og føtur ikki eru stabil nokk til at koyra á skíum.

Eg kom í tankar um Pál nú eg skrivi. Hann meiddi sær fótin tá ið teir spældi kurvabólt fyri stuttari tíð síðan. Fekk ikki gjørt eina ordiliga vending í eina viku, og serliga vendingarnar hjá Páli skulu rættast uppá um hann skal gera sær vónir um at gerast heimsmeistari, hettur sigur Rein Haljand professari, og sjálvandi hevur hann rætt, tað hava okur lagt til merkis til kappingar uttanlandað. So ein vika úr planinum við ringum tíðum, negativum upplivilsum og ein áminning um, at skjótt kann ganga gali hevur kanska sett nakrar tankar í gongd í høvdinum hjá Páli. Ljósa síðan í hesum dømi er, at ein vika er nakað væl betur enn 26 vikur, Mattias stakkalin, synd… for hundan altso.

Ein skal kanska hugsa seg væl um í daglidegnum sum elitusvimjari. Ja ok, øll fólk eiga at gera tað, men halló… fólk sum Pál brúka 35 tímar um vikuna uppá at gerast best í heiminum, tey noyðast kanska at hugsa um ting sum onnur kanska ikki gera. Kann eg liva við hesari avgerð? Hvussu avmarkað skal mítt lív vera? Eri eg ein slava av mínum ítrótti, ella kann eg gott liva við øllum hesum avmarkingum tí at eg fái so nógv annað afturfyri?
Kanska nakað negativt sett upp. Men tað eru tey sum eru í sama aldri sum ikki minnast eitt leygarkvøld í alt 2008, tað er 52 dagar vekk úr kalendarinum, og ger ein hetta í 6-8 ár, ja so… you do the math. Og eg tók ikki fríggjakvøld við… Og so sigarettir, nú eg nevni slavir… Kanska lívi sum elituítróttarfólk ikki er so tossut alíkaval.

Nei, ikki er tað nemt, lívið, tað er sikkurt og vist. Góða eydnu øll somul nú DML, OYL og HM nærkast. Stay healthy!

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars

Frá SuSvim

Kapping í Vági 7. mars 2009

Suðuroyar Sparikassa Stevna

Kappingin byrjar leygarmorgun. Upphiting er kl.09:45 og kappingin byrjar kl.10:30
Klokkan uml. 12:00 er pausa. Matur verður í skúlanum um fólk ynskja tað.
Klokkan uml. 13:30 byrja okur aftur við upphiting og kappingin byrjar kl.14:15

Tað ber altso til at koma suður við Smyrli leygarmorgun kl.07:00, og norður aftur kl.18:30. Eg veit at svimjarir eru sum royna eftir OYL kravtíð, so har er kanska best at koma suður fríggjakvøld.
Continue reading Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 7. mars

So er svimjing.com 2 ár

Vit byrjaðu á vári 2007 við at hita upp til Oyggjaleikir á Rhodos, og hava síðani upplivað stórhendingar bæði har og á NJM í Føroyum, á donskum meistarastevnum, EJM í Beograd, World Cup í Stockholmi og EM í Rijeka. Umframt á øðrum stevnum, so sum Reykjavík International og Køge Open, umframt sjálvsagt her heima hjá okkum sjálvi eisini. Fyri so nú at skula til Oyggjaleikir og HM í summar, við sannlíkindi fyri eisini har at fáa okkara bestu úrslit nakrantíð.

svimjing_com_stats
Continue reading So er svimjing.com 2 ár

Mads Glæsner tikið metið hjá Pál í 800 frí

Sum tit kunnu lesa her á SwimNews.dk, so svam danski Mads Glæsner í kvøld 7.56.21 í 800 frí á langbana, á Øst Langbane mesterskaber i Ballerup. Hetta er 0,69 sekund skjótari enn danska og norðurlendska metið sum Pál Joensen setti á EJM í Beograd í summar. Anders Lie varð nr 2 við 8:31.35, og Mads Petersen nr 3 við 8:33.37.

Pál fær 350.000 av teimum 600.000

Hetta hoyrdu tit kanska í Pulsinum í dag. Har varð prátað við Jón Bjarnason og ÍSF forsetan Sølva Reinert Hansen, um tær 600.000 krónurnar sum Løgtingið hevur sett á fíggjarlógina til úrvalsarbeiði. Og at enda kundi Sølvi avdúka, at ÍSF á stjórnarfundi í gjár avgjørdi at brúka 250.000 krónur uppá eina felags skipan til ráðgeving og kanningar, fyri síðani at lata hinar 350.000 krónurnar fara sum oyramerktan stuðul til Pál Joensen.
Continue reading Pál fær 350.000 av teimum 600.000

Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Svimjisambandið skipar í vikuskiftinum fyri talentlandsliðlegu í Klaksvík, har teir báðir Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen fara at standa á odda fyri svimjivenjing, videoupptøku, fyrilestri og øðrum góðum, fyri svimjarar árgang 1992 og yngri. Hesu ferð eru tey 38 sum hava klárað kravtíð og eyka stabilitets-krøv, til at kunna kallast ‘talent’ hjá Svimjisambandi Føroya.
Continue reading Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Dansk Svømmeunion hevði nú tann 22. januar ein ‘Gå-hjem’ fund um astma og inniklima, í sambandi við at ein ph.d.-kanning í heyst staðfesti serliga høgan títtleika av astma millum úrvalssvimjarar. Tit kunnu lesa ein samandrátt her á svoem.dk, og annars dragi eg skjótt samanum her í tí fylgjandi.
Continue reading Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið