Afturlit: Skálafjarðarsvimjingin 2000

Bartal hevur hjálpt mær at fáa hesa videoina á netið, sum er video frá Skálafjarðarsvimjingini 2000 í fullari longd. Stuttligt at síggja so nógv kend andlit í videoini, sum ikki akkurát tá vóru so øgiliga nógv frammi í svimjingini. Og orsaka tann nógva vindin, og óstøðugu myndina undir sjálvari svimjingini… vánaligt kamera, vindur, og so rullaði tað jú 🙂

Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.

Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 …


Continue reading Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

So er Dubai sáttmálin samtyktur

Allar svimjidraktir, verandi sum komandi, skulu latast inn til FINA at eftirkannast áðrenn 31. marts 2009, um tær skulu kunna nýtast á HM í Rom í 2009. Fyrr nevndu avmarkingar verða galdandi fram til 31. desember 2009, at draktin má ikki dekka nakka ella út um akslar og øklar. Draktin má ikki skapa luftlummar, og má í mesta lagið verða 1 mm tjúkk. Hon má ikki flóta meira enn 1 Newton (t.e. 100 gr), og FINA skal sum nevnt eftirkanna allar áðrenn 31. mars 2009, sum skulu nýtast fram til 31. desember 2009. Draktin má ikki stimulera svimjaran á nakran hátt, við t.d. pínudoyving ella útlát av onkrum kemiskum/medisinskum, elektro-stimulatión ella líknandi. Loyvt er ikki at tillaga draktirnar til serstakar svimjarar, og svimjarin má ikki brúka meira enn eina í senn.


Continue reading So er Dubai sáttmálin samtyktur

‘The Morning Swim Show’ spílar seg út

Sjónvarpsrásin hjá SwimmingWorld Magazine hevur mennt seg nógv í seinastuni, til nú at verða streamað live, við ‘live chat’ við svimjistjørnur, og meira professionellum studio eisini. Her niðanfyri er nýggjasta (bandaða) sendingin, har vit m.a. hoyra stutttíðindi um kanadisku meistarastevnuna, døming við undirvatnsvideo, nýggju skamlarnar, eitt brot úr samrøðu við Phelps um marihuana-sakina, og ‘live chat’ við franska sprintaran Fred Bousquet

(ok, flutt yvir undir ‘Les meira’, tí at sendingin er sjálvstartandi)
Continue reading ‘The Morning Swim Show’ spílar seg út

Nakar sum er stinnur í lop av vippu?

Um nakar av tykkum er ‘olympic’ ella ‘professional level diver’, ella synkronsvimjari á sama niveau, ella kanska bara ein nóg stórur klovnur til at kunna vera stuttligur á vippu, so kann hetta gerast títt arbeiðspláss, umborð á heimsins størsta ferðamannaskipi, “Oasis of the Seas“.

(images courtesy of www.oasisoftheseas.com)
Continue reading Nakar sum er stinnur í lop av vippu?

HM fær ikki nýggjar skamlar, men video til dómararnar

Hetta eru fyrstu tíðindini úr Dubai, har FINA stjórnin fundast í hesum døgum. Ein nýggj skipan við undirvatns-videotólum verður sett upp á heimsmeistarastevnuni í Rom, sum dómararnir so kunnu brúka til at eftirmeta møgulig ivamál. Hin vegin verða nýggju ‘trackstart-skamlarnir’ ikki tøkir, við tað at ov fáir svimjarar hava havt møguleika at venja seg við teir. Les swimnews.com

Eysturoyingar stovnað ítróttarfelag fyri brekað

Tað má sigast at tey í fyrstu nevndini hjá ítróttarfelagnum Svani komu til skorin klæðir, nú fyribils nevndin hevði skaffað teimum bæði navn, búmerki og høvuðsstuðul, við upphædd í brævbjálva frá Eik at taka støðu til. Og nú hevur sersambandið ÍSB so fingið sítt fyrsta felag, sum millum annað ætlar sær at bjóða svimjing upp á sikt.

12032009468
Continue reading Eysturoyingar stovnað ítróttarfelag fyri brekað