Innbjóðing til Oyggjaleikaúttøkustevnuna 2009

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so bjóða Havnar Svimjifelag og SMS til svimjistevnu í Gundadali tann 17. – 19. apríl 2009, ið samstundis er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Kappast verður fríggjakvøld frá kl 19:40, leygarmorgun frá kl 9:00, leygardagin frá kl 16:30 og sunnudagin frá kl 14:00, í øllum viðkomandi greinum umframt nøkrum liðkappingum. Tilmeldingarnar skulu vera HS í hendi í seinasta lagi mikukvøldið 15. apríl kl 20:00.

FINA setur hælarnar í: Framyvir skulu draktirnar vera úr ull

Gjárdagurin 31. mars var sum kunnugt seinasta freist hjá framleiðarum av svimjidraktum at senda inn sínar draktir til test hjá FINA, og ágangurin hevur tí verið rættiliga rættiliga harður á altjóða svimjisambandið, at koma við eini fyribils útmelding. Opinbart ov harður, tí í yvirlýsing á www.fina.org sigur sjálvur FINA-forsetin nú, at “People have been complaining so much about these new suits, that we have decided to go back to the originals”. Og tí er endaliga avgjørt, at fara aftur til uppruna svimjidraktirnar úr ulli, so at svimjarin í dag kann samanberast við allar aðrar svimjarar, líka aftur til legendur sum Johnny Weissmuller og Duke Kahanamoku. Hetta verður sett í gildi per dags dato, 1. apríl 2009. Søgan sigur einki um, í hvønn mun vit sleppa at behalda svimjibrillurnar. Les annars meira á SwimNews.com

Alfréd Hajós – the First Olympic Champion in swimming, Athens 1896. Wikimedia.org
Continue reading FINA setur hælarnar í: Framyvir skulu draktirnar vera úr ull

Frá SSF: FM/JM-stevnan í svimjing ár 2009

SSF bjóðar aftur í ár til FM/JM-stevnu í svimjing sum verður í svimjihølluni í Gundadali í Tórshavn í døgunum 8, 9 og 10 mai 2009.

Hesi kunnu luttaka til FM/JM:

Øll, ið hava svomið bronsunálatíðina, ið er 305 stig ella meira í 25 ella 50 metra hyli.

Kostnaðurin fyri einkultstart er kr. 15,- og fyri liðsvimjing kr. 60,-.

Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn FM/JM byrjar. Peningurin skal flytast á konto 9865 4953732 í Norðoya Sparikassa.

800 m frí og 1500 m frí er beinleiðis finala fyrrapart.

Juniormeistarnir verða funnir í innleiðandi kapping um morgunin, og FM-vinnararnir verða funnir í finalunum um kvøldið

Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala um kvøldið..

Luttakandi feløg hava hjálparfólk við, og svimjinevndin setur seg í samband við tykkum/hjálparfólk hesum viðvíkjandi.

Tilmeldingarfílurin verður sendur út í nærmastu framtíð.

Vinarliga

SSF Svimjinevndin
Continue reading Frá SSF: FM/JM-stevnan í svimjing ár 2009

Amerikanarar gera bíliga dieselolju úr algum

OK, nú eru vit heilt úti á eggini av hvat sum hevur við svimjing at gera; men Ingeniøren hevur í dag eina ógvuliga áhugaverda grein, um hvussu amerikumenn í dag kunnu framleiða dieselolju væl bíligari úr æti, enn tá ið tey til dømis gera biodiesel úr majs ella soyabønum. Tøknin er longu komin so mikið langt, at tey í Venezia í Italia ætla at byggja eitt orkuverk, har tað mesta av CO2-num frá dieselbrenningini enntá verður brúkt til at føða algurnar við.
Continue reading Amerikanarar gera bíliga dieselolju úr algum

WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi

Fram til 1. januar 2009 skuldu í prinsippinum øll skaffa sær undantaksloyvi til heilivág, um tey til dømis vóru astmatikarar sum íðkaðu ítrótt, og tí høvdu brúk fyri heilivág sum annars stóð á dopinglistanum. Men nú eru reglurnar broyttar, til at flest øll kunnu biðja um undantaksloyvini eftir møguliga dopingtest, meðan ítróttarfólk á altjóða støði framvegis skulu hava latið inn TUE undantaksloyvi áðrenn dopingtestina.
Continue reading WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi

“Langhylur” ella “langbani”

Ein lurtari gramdi seg í “Góðan Morgun Føroyar” um, at “langbani” er fremmant orð. Málfrøðingurin Jógvan í Lon Jacobsen mælti til at brúka “langhylur” og “stutthylur” í staðin fyri “langbani” ella “stuttbani“. “50-metrar-hylur” var hildið at vera í so langt. Eisini helt Jógvan, at man kundi sagt “langgeil” og “stuttgeil“, men legði aftrat, at hann visti lítið um svimjing og at tað var avgerandi, hvørji orð svimjarar og svimjikøn tóku til sín.

Kári tók samanum aftaná og segði: “ein svimjari svimur ikki banar ella longdir men geilar” (??)

Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, so hava danir nú broytt reglurnar fyri hvør sum kann seta danskt met, til at tað ikki longu ber til hjá føroyingum og grønlendingum at seta sovorðin, uttan so tey beinleiðis hava skift til at hoyra til danska svimjisambandið. Broytingin verður framd við afturvirkandi kraft, og tey nevna beinleiðis at Pál Joensen hervið missir síni donsku met.
Continue reading Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met