Manaudou er klár aftur

Hon svam nú 4:03.38 í 400 frí á fronsku meistarastevnuni, sum er fjórðbesta tíð svomin nakrantíð… og tað er væl at merkja hon sum eigur hinar tríggjar betru eisini. Nýggja stjørnan hjá fyrrverandi venjara henni svam 4:11.03, og Manaoudou her nú sjálvsagt sum mál at gerast fyrsta kvinna sum svimur undir 4 minuttir í 400 frí á langbana. Lesið her.

Michael Klim gevst

Polski avstralin vann ongantíð nakað gullheiðursmerki á Olympisku leikum, men er annars væl nøgdur við sína karrieru, nú hann gevst eitt ár áðrenn hann kundi verði fyrsti avstralski svimjarin sum luttók á fýra Olympisku leikum tilsamans. Annars løgin tíðindi niðast her, um at hann herfyri fekk karantenu frá Avstralska svimjisambandinum, fyri at hava skulkað frá einum offisiellum døgverða.

7 afrikanarar hoppaðu av í Melbourne

Tríggir svimjarar og ein dómari úr Burundi, tveir svimjarar úr Kongo og ein svimjari úr Sierra Leona søktu politiskt friðskjól í Avstraliu, eftir heimsmeistarastevnuna í Melbourne í vár. Ein rúgva hoppaði eisini av ísv Commonwealth Games, og tey eru tí 40 ítróttarfólk nú úr Afrika og Bangladesh sum søkja um friðskjót í Avstralia. Lesið her.

Stress, stress…

Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.

Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.

Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.

Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.

Havsvimjingin í Trongisvág

Vit vóru fýra “norðingar”, sum høvdu hætta okkum til suðuroyar at svimja tvørtur um Trongisvág. Vit vóru Evald, Kári, Gudmund og Áslakur, sum tóku hesa avbjóðing við góðum móti. Men tað var ikki nakar annar sum tók hesa avbjóðing í álvara, so tað vóru bara vit norðingarnir, sum lupu á sjógv kl.14.00 sunnudagin á Jóansøku.

Tað stóðu so um ikki annað trý fólk á kayini, tá vit lupu á sjógv. Tann eini av teimum var Palli, sum síðan segði “klárir! Go!”, og vit hildu av stað sum um onkur var í hølinum á okkum. Tað var sera skjót at Gudmund, sum væntandi legði seg fremst og Evald beint í hølinum á honum. Síðan komu Kári og Áslakur aftaná, lið um lið og onkuntíð uppi á hvørjum øðrum. Tað vísti seg at Trongisvágur var ov lítil til teir báðar. Men síðan fóru báðir at svimja eitt sindur skeivt, so at teir fóru frá hvør øðrum og tað vísti seg at rigga betri. Gudmundur svam sera væl og beint, við berum føtrum og hendrum, og í einari dragt sum Fat Bastard nokk hevði passa í. Men líka mikið, hann var fyrstur á mál við tíðini 10:10 og tað má sigast at vera sera gott. Síðan nart Evald við kaykantin og tað var 11 min og 43 sekund eftir at vit vóru byrjaðir. Nr. 3 var Áslakur sum rakti kayina eitt sindur betri enn Kári og var tí fyrri til málið, eftir at teir høvdu svomið framvið kayini eina løtu. Tíðirnar vóru ávíkavist 12:53 og 13:09, so munurin var ikki stórur. Hevði Kári havt svimjibrillur hevði hann møguliga klára Áslak. Kári var so mikið óheppin at hann breyt brillurnar tá hann leyp á sjógv.

Tað má eisini sigast at vit fingu bæði í posa og í sekk, tí vinningarnir vóru ikki lítlir. Gudmund vann eina ferð og Evald og Áslakur fingu 500 kr hvør. So nú kunnu tey sum ikki vóru við bara ergra seg. Annars høvdu norðingarnir ein fínan túr har suðri. Súkklurnar vóru við so tað var lagamanni at hyggja seg um á Tvøroyri og aðrastaðni. Eisini varð tíð til at fara inn á hotellið at fáa sær ein góðan bita. Ein góður túrur og ein góð venjingarlega, sum nokk fer at koma væl við nú tað styttist til Oyggjaleikir.

Vit høvdu súkklurnar við

Høvdu vit bara verið rennarar

Keypti mær eitt Garmin 305 ur á túrinum til Haderslev, sum loggar puls og GPS meðan eg renni. Ófatiliga stuttligt at kunna síggja ferð og hall frá sekund til sekund, og hvussu kroppurin so klárar avbjóðingina. Men bara synd at eg ikki eri í form 🙂

Urið er rættiliga nøjagtigt. Rann 6 kilometrar inn um Glyvrar herfyri, og so nágreiniligu somu rutu heim aftur, og var bara 10 metrar frá punktinum sum eg byrjaði, tá ið eg kom heim aftur. Rann eisini nakrar umgangir á Svangaskarð fríggjadagin, sum allir hildu seg innanfyri teir ísv GPS lovaðu max 20 metrarnar frávik.

Sami munur er tíverri eisini galdandi viðvíkjandi hæddarmátingunum, sum merkir at ‘Sýnan’ á Toftum til tíðir er í 40 metra hædd, og til tíðir í 50 metra hædd. Altso 20% frávik, hóast munurin heldur seg innanfyri teir 20 metrarnar sum GPS lovar. Og so er rutan konsekvent altíð nakrar metrar longri suðuri enn satellit-kortið, so at tað sær út sum um at eg renni við síðuna av vegnum.

Har fylgdi okkurt forrit við urinum, og eg fann okkurt annað á netinum, sum ger at eg kann síggja alt sum grafar á telduni, og annars skráseta onnur áhugaverd ting, sum t.d. hvørjar skógvar eg brúkti, hvussu veðrið var, hvør hvílupulsurin og vektin hjá mær er, og so framvegis. Tað eina forritið trekkir enntá sjálvt veðurupplýsingarnar av netinum.

Og so er rættiliga lætt at leggja tað á alnetið eisini, til onnur at flenna at. Man kann keypa ein ‘foot pod‘ til at skráseta strekki, um man vil máta rennur á rennibandi, og eisini kadensumátari (hvussu títt man traðkar) til súkklutúrarnar. Bara synd at urið ikki er nóg vatntætt til at kunna brúkast í havsvimjing.

Ein dag fáa vit óivað okkurt líkandi til svimjing, sum skrásetir ferðina hjá okkum konstant í mun til pulsin. I wish.

Nú riggar at senda teldupost til svimjing.com

Skrásettir brúkarar á svimjing.com kunnu nú senda ein teldupost til [email protected], sum so verður vístur á heimasíðuni, við viðfestum myndum og øllum. Ein loysn sum skal gera tað lættari hjá okkum at senda tíðindi heim av Rhodos, til dømis við hjálp av fartelefonum.

Krøvini eru rímiliga einføld, til at kunna fáa tilfar víst á heimasíðuna. Tú vera skrásettur brúkari á svimjing.com – tvs. hava stovnað tær eina konto – og so senda teldupostin frá teirri teldupostadressu sum hoyrir til kontoina. So er annars bara at skriva teldupost sum vant, viðfesta fílur, og senda til [email protected].

Heimasíðan kannar regluliga teldupostadressuna [email protected] , og skipar so allar innkomnar teldupostar út í viðkomandi bloggar. Altso um eg (Rókur) sendi ein post, so endar hann automatiskt í mínum bloggi. Um hinvegin onkur ikki-skrásettur sendir tilfar inn, ella eg sendi frá skeivari teldupostadressu, so fer telduposturin beint í skrell.

Fleiri fartelefonir kunnu senda teldupost, og tí er bara at tryggja sær, at hendan teldupostadressa hjá fartelefonini er tann sama sum tú ert skrásett/ur við á svimjing.com. Tað fært tú gjørt við at trýsta á leinkið ‘Mín konto’, tá ið fyrst tú ert innritað/ur, og síðani á ‘Broyt’. Um tú ivast hvør adressan hjá fartelefonini er, so royn at senda ein teldupost frá fartelefonini til onkra aðra telduposttænastu hjá tær – so sært tú adressuna sum avsendari.

Tíverri kann bara éin teldupostadressa skrásetast til hvørja konto (enn), og tú mást tú velja at skráseta hana á svimjing.com sum tú heldur vera lættast at senda frá, tá ið fyrst tú stendur á Rhodos. Altso einki við at brúka arbeiðs-teldupost-adressuna, um ikki tú kanst fáa samband til hana eisini á Rhodos.

Onkrar aðrar avmarkingar eru. Skipanin loyvir bara viðfesti av slagnum jpg, jpeg, gif, png, txt, html, doc, xls, pdf, ppt, pps, odt, ods og odp, og har er ein avmarking á hvussu nógv tú kanst senda upp í senn (og tilsamans). Í løtuni kanst tú í mesta lagi senda 1 MB í hvørjari uppsending, og í mesta lagi 20 MB tilsamans, men tað kann væl hækkast um neyðugt. Tað ber eisini til at loyva fleiri sløgum av fílum, enn tær sum vórðu nevndar omanfyri. Sigið bara frá, um tit halda at okkurt slag manglar.

Eg uppdagaði nú í áðni ein lítlan bug, sum er at skipanin ikki tolir serliga væl at viðfestu fílurnar hava føroyskar stavir í fílunavninum. Royndi at senda eina fílu kallað svangaskarð.jpg, sum so reyk út tí at eitt ‘ð’ var í fílunavninum. Fari at royna at loysa hetta, men fyribils mugu tit so bara royna at stýra uttan um serstavirnar.

Skipanin kannar í løtuni hasa teldupostadressuna hvørt 15. minutt, sum vónandi er nóg ofta til at fólk ikki føla at tey bíða ov leingi eftir tíðindum. Kanska eg broyti tað til hvørt 5. minutt eot., tá ið fyrst kappingin byrjar har suðuri.

Men altso, tað er bara at royna, og burdi verið ógvuliga einfalt.

Hesin postur er sendur í telduposti. Viðfesti eina mynd, bara til at vísa at tað riggar. Og ja, hon verður tíverri ikki víst (enn), men tað kemur kanska seinni. Tað tó at síggja hana um tit trýsta á viðkomandi leinki. Drongurin er næstyngsti sonurin sum hyggar sær við Toftavatn.