Bousquet hølvaði Phelps av í 100 frí

Sum onkur segði á Digg, so er Phelps “now officially on a loosing streak”, eftir fyrst at hava tapt ímóti Aaron Piersol í 100 rygg, og síðani at tapa við nærum einum sekundi ímóti Frederick Bousquet í 100 frí. Tíðirnar vóru Bousquet 48.22 og Phelps 49.04, har Phelps sambært ESPN lá og skifti millum boygdan arm og strektan arm í framføringini.

Bousquet vann, meðan Phelps droppaði finaluna

Frederick Bousquet vann teir 50 frí á Charlotte UltraSwim við 21.33, og setti U.S. Open record, har Cullen Jones varð nr 2 við 21.92, og Michael Phelps trekti seg frá finaluni eftir 23.24 í innleiðandi. Craig Lord á SwimNews er ikki nøgdur, fyri at siga tað mildt, men endurgevur Aaron Piersol fyri at siga til dømis “”If records are being broken at this time of year, it’s probably the suit”. Bousquet sjálvur er irriteraður, og sigur “I feel like I’m back home in France. That’s all they talk about. It’s really annoying”. Men heldur annars at Jaked draktin eigur at verða loyvd at nýta á HM í Rom. Video av finaluni sæst her á Universal Sports.

Ragnvaldur Jensen í kapping í Sheffield um vikuskiftið

Hetta stendur at lesa á kringvarp.fo, at føroyingurin Ragnvaldur Jensen er við í stórari altjóða svimjikapping fyri brekað, kallað British International, í Sheffield í Onglandi. Ragnvaldur skal svimja 100 bringu og 50 frí, og er út í frá tilmeldingartíðunum styrkismettur til at gerast ávíkavist nr 4 og 3. Í summar skal hann so eisini luttaka á HM fyri menningartarnaði.

Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin

Høvuðsattraktiónin á amerikansku svimjistevnuni Charlotte UltraSwim verður garanterað teir 50 frí í morgin leygardag, har franski Frederick Bousquet er tilmeldaður við heimsmetinum 20.94, við amerikanska Cullen Jones sum nr 2 við 21.59, og Michael Phelps sum nummar 77 við tilmeldingartíðini 20.04 yvir 50 yards. Phelps hevur jú langt síðani kunngjørt, at hann fer at royna ein nýggjan teknikk, ‘sum fer at kunna síggjast longu í fyrsta taki’, og tykiskt hartil at vilja skifta eitt niður ímóti teimum stytru teinunum, nú eftir stór-succésini í Beijing. Stevnan verður streamað ‘live’ á www.swimnetwork.com, og úrslitini fara hartil leypandi at kunna síggjast her.

DSC_0351

(Bousquet á EM í Rijeka í desember)
Continue reading Holmgonga millum Bousquet og Phelps í morgin

Avstralia testar nyttuna av hæddarlegum

Avstralar senda vanliga allar sínar bestu svimjarar á somu hæddarlegu, upp undir stórar svimjistevnur. Men í ár fara tey sum fyrireiking til HM í Rom at senda summi til Flagstaff í Arizona, summi til Sierra Nevada í Spania, summi til Norðuritalia, summi til Barcelona ella París, og enntá lata summi verða eftir heima í Avstralia, har tey fara at venja í vanligari hædd og í serligum rúmi á Australian Institute of Sport, har tey kunnu simulera hædd. Alt ógvuliga vísindaliga, til at finna útav hvat sum riggar best. Les eurosport.yahoo.com

ÍSF bjóðar til fund um Oyggjaleikir 2009

Teldupostur frá ÍSF:

Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Ålandi í summar, 27. juni til 4 juli, ynskir ÍSF at bjóða øllum teimum, ið mynda ferðalagið til leikirnar til evniskvøld um venjing, kost og doping.

Tað verða Magni Mohr, Sølvi Winter Olsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum fara at hava innlegg uppá 20 min. hvør, og aftaná verður møguleiki at seta spurningar.

ÍSF vónar, at ítróttafólk og ikki minst tey, ið varða av hesum, møta fjølment til fundin, sum verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 14. mai kl. 19.00 til 21.00.

Okkurt leskiligt verður til fundin.

Vinarliga

Ninna Reinert Ørvarodd
Ítróttasamband Føroya

Continue reading ÍSF bjóðar til fund um Oyggjaleikir 2009

Danska landsliðið flytir í nýtt Svømmestadion

‘Elitecentret’ hevur seinastu 8 árini ligið í Farum, men flytir eftir summarferiu í nýggju høllina “Bellahøj Svømmestadion”, sum Københavns Kommuna letur byggja fyri 225 milliónir krónur. Høllin verður sambært elitusjefinum hjá danska svimjisambandinum besti langhylur í Danmark. Les eb.dk, og sí arkitektamyndir her