Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár. Venjarar á leguni vórðu Kristian Martin Joensen og Petur Heðin á Fløtti, og svimjararnir eru Pauli Ø. Mohr, Paula Ø. Mohr og Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Bjørg Seloy, Andrass Thomsen og Guðrun H. Jacobsen úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, og Malan V. Bærendsen, Katharina Lamhauge og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag. Av hesum venja Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar eisini til heimsmeistarastevnuna í Rom, og Pauli Ø. Mohr til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag. Til hesa venjing mangla tveir svimjarar, tað eru Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen. Næstu ferð oyggjaleikliðið møtist er til felagsvenjing í Vági um tvær vikur.

oyllid_havn_mai

(Liðmynd: Aftanfyri frá vinstru: Petur Heðin á Fløtti venjari, Palli Eysturberg ferðaleiðari, Mona Simonsen, Andrass Thomsen, Pauli Ø. Mohr, Kári J. á Høvdanum og Kristian Martin Joensen venjari. Fremra rað frá vinstru: Malan V. Bærendsen, Bjørg Seloy, Katarina Lamhauge, Guðrun Holm Jacobsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.)
Continue reading Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Spam á svimjing.com

Tey morgunfrísku hava longu sæð tað í morgun, at onkrir kinesarar í nátt stovnaðu konto og løgdu spam á síðuna, við leinki til allan møguligan lort. Heimasíðan hevur til nú verið so mikið opin, at ein og hvør kundi stovna sær eina konto, og síðani byrja at skriva á henni, og tí var tað mest ein spurningur um tíð, áðrenn onkur misbrúkti møguleikan.
Continue reading Spam á svimjing.com

FINA forsetin forsvarar seg, og fer frá

Hetta er umleið slaturin frá SwimNews.com í dag, at FINA forsetin Mustapha Larfaoui ikki angrar at hava loyvt Speedo LZR draktini í fjør, og at hann mest sannlíkt fer at trekkja seg frá valdysti um forsetapostin í summar, ímóti Julio Maglione, sum í løtuni er kassameistari hjá FINA. Umberingin viðvíkjandi draktum er stutt sagt at “We are not experts in materials, and when a problem presented itself, we took all necessary actions”. Og hitt við valdystinum, er nokk mest tí at hann tó so hevur sæð skriftina á vegginum.

Krista Mørkøre ger um seg í Týskalandi

Svimjarin úr Ægir hevur til nú vunnið 4 gullheiðursmerki á “International German Swimming Championships for the Disabled” í Berlin, og er harvið “Internationale Deutsche Meisterin der Altersklasse” í 50 rygg, 100 bringu, 100 frí og 50 bringu. Hon hevur eisini svomið 200 blandað, men varð har kolldømd fyri at taka tvey bringutøk í triðju vending.
Continue reading Krista Mørkøre ger um seg í Týskalandi

LEN vil lata metini standa sum tey standa

Tíðindaskriv frá evropeiska svimjisambandinum LEN:

LEN Statement on Swimsuits

LEN Office, Rome (ITA). After the LEN Bureau Meeting held in Chania (GRE) on May 15th and 16th, and the continuing development and ongoing steps being taken toward a stable situation regarding the use of new swimsuit models that have appeared on poolsides since February of 2008, LEN wishes to inform of the following:
Continue reading LEN vil lata metini standa sum tey standa

FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’

“We are here to cut the cancer out”, segði FINA ovastin Cornel Marculescu sambært SwimNews.com við journalistar á Lausanne Palace Hotel í dag, um støðuna viðvíkjandi superdraktum. “We cannot achieve everything … This is a transitional period. We will do the right thing for swimming. Rome will be part of the process but if the suits are still being written about in January next year as they are now, then you can shoot us. We will deserve that. Our job is not easy. I believe in the near future it will be like doping: your first sentence will criticise us and your second sentence will applaud us because the suits will not be an issue any more”.
Continue reading FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’

Har verða tvey “call rooms” í Rom

FINA hevur haft pressufund í Lausanne í dag, har tey m.a. greiddu frá nýggju mannagongdini at kanna, merkja og eftirkanna allar draktir, sum svimjarar ætla sær í á heimsmeistarastevnuna í Rom. Sambært SwimNews.com verður mannagongdin, at allar draktir skulu latast inn umleið tríggjar dagar áðrenn stevnan byrjar, at kannast og merkjast av Jan-Anders Manson & co.
Continue reading Har verða tvey “call rooms” í Rom

‘FINA, lær av WADA og gev út ein forboðslista í góðari tíð’

Hetta sigur blaðstjórin Jason Marsteller í grein her á SwimmingWorld Magazine, um hetta at FINA tvíheldur um sín lista yvir góðkendar draktir, og hartil loyvir sær at geva hann út so seint. Marsteller heldur at teir áttu at lært av altjóða antidopingstovninum WADA, sum brúkar væl royndu mannagongdina “used by law enforcement and regulatory bodies throughout the world”, at heldur geva út ein forboðslista. Tí sum hann sigur “Can you imagine passing laws on what a person can do?”.
Continue reading ‘FINA, lær av WADA og gev út ein forboðslista í góðari tíð’