11 heiðursmerkjapláss til danska meistarakapping

Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um DÅM 2009

22 føroyskir svimjarar luttóku her um vikuskiftið á Dansk ÅrgangsMesterskab 2009, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Ein eitt sindur serlig stevna, við tað at danir forbjóða øllum ‘superdraktum’ á stevnuni, og vit tí uppá gott og ónt kundu fáa staðfest, hvussu okkara yngstu klára seg uttan hesar serligu draktir, í kapping móti javngomlum dønum.

DSC06140
Continue reading 11 heiðursmerkjapláss til danska meistarakapping

Poula og Magnus heintaðu síðstu topp plaseringar

Poula Ø. Mohr úr FS fekk við 1:00:73 triðbestu tíð av øllum gentum á DÅM í árgangi 1995, sum hartil var fínt upp ímóti hennara bestu tíð á 1:00.15. Magnus Jákupsson úr HS gjørdi eitt ordans hál í 400 blandað, við at betra seg frá 4:58.89 til 4:53.65, og harvið frá einum mettum sættaplássi til at gerast nr 2 av øllum dreingjum árgang 1994. Birita Debes úr FLOT betraði seg eitt hálvt sekund ella so í 100 frí. Og Tanja Skaalum svam 100 firvald uppá 1:25.31, har hennara besta tíð annars var 1:28.01.
Continue reading Poula og Magnus heintaðu síðstu topp plaseringar

Tanja, Magnus og Eyðbjørn verja borg

Tey trý hava til nú bjargað tilsamans 7 av okkara 9 plaseringum í topp-3 á DÅM 2009, í harðari kapping við danir. Flestu føroyingar havað betrað seg í onkrum; men tað er týðiligt at danir eru væl niðurtrappaðir til hesa stevnu. Hartil er Eyðbjørn opinbart sjúkur, og tað er kanska eisini tí gingið eitt sindur eftir hæli hjá okkum, í mun til styrkismetingina áðrenn.
Continue reading Tanja, Magnus og Eyðbjørn verja borg

Phelps 3:48.05 í 400 frí

Craig Lord er imponeraður av hesi tíð, og nú byrjar tí ein áhugaverd mynd at tekna seg, har Pál Joensen er mitt í rokanum av 400 metra tíðum hjá teimum bestu. Ella í øllum førum nóg nær til at hann er ‘við’ 🙂

Continue reading Phelps 3:48.05 í 400 frí

Gongur upp og niður hjá føroyingunum á DÅM

Úrslitini hava verið eitt sindur skiftandi í dag, hjá føroyingunum á donsku meistarastevnuni fyri yngri aldursbólkar. Tanja Skaalum úr SuSvim koyrir á og betrar seg í øllum, og Magnus Jákupsson er eisini heilt væl fyri, meðan Eyðbjørn Joensen stríðist við sjúku, og onnur av einhvørjari orsøk eisini hava ilt við at liva upp til sínar bestu tíðir.

DSC06120
Continue reading Gongur upp og niður hjá føroyingunum á DÅM

AquaPulse tekur pulsin í oyranum og tosar við kjálkan

FINIS hevur nú gjørt hendan pulsmátaran serliga til svimjarar, sum mátar pulsin í oyraflippuni, og síðani fortelur tær pulsin við at tosa inn í beinið í tinningin, meðan tú svimur. Harvið slepst undan at skula hava pulsreim um bringuna, og harvið verður ljóðið betur, enn um um tólið tosaði inn í oyrað undir vatni. Og tað er væl eisini snilt at kunna fáa at vita hvat pulsurin er ímeðan tú arbeiðir, heldur enn at skula steðga til at vita hvat hann var í áðni.

OK úrslit hjá føroyingunum, fyrsta kvøld á DÅM

Danske ÅrgangsMesterskaber er ein áhugaverdur møguleiki at síggja, hvat ið ungu svimjararnir duga til uttan superdraktir, við tað at danir beinleiðis forbjóða Speedo LZR og líknandi draktum, á hesi stevnu. Og fyribils hava føroyingarnir so ikki dumpað, við tað at tey sum heild svomu upp í móti sínum bestu tíðum, og í fleiri førum svumu klárt skjótari.
Continue reading OK úrslit hjá føroyingunum, fyrsta kvøld á DÅM

Canet: Gilot vann 100 frí, Alshammar 50 firvald

Franski Fabien Gilot vann í gjár 100 frí á Mare Nostrum stevnuni í Canet, við tíðini 48.33 har ungi russin Danila Izotov svam 48.45, Lagunov 48.75, og Stefan Nystrand varð nr 4 við 48.94. Therese Alshammar vann 50 firvald við tíðini 25.57, og spanski Rafael Munoz Perez 50 firvald hjá monnum við tíðini 23.37, næstan 1 sekund frá heimsmetinum hjá honum á 22.43. Í 400 frí hjá monnum vann Anthony Pannier við 3:52.07. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Mentor hjá Google monnunum druknaður

Rajeev Motwani varð síðsta fríggjadag funnin deyður á botninum av sínum egna svimjihyli, mest sannlíkt tí hann gleið og datt í hylin. Hann var 47 ára gamalur, og dugdi ikki at svimja, men ætlaði sær at læra tað. Google stjórin Sergey Brin skrivar her á bloggu síni, um hvussu hesin maður stuðlaði honum og Larry Page í stovnanini av Google, og um hvussu “Today, whenever you use a piece of technology, there is a good chance a little bit of Rajeev Motwani is behind it”.

(Picture Credit: Stanford University)
Continue reading Mentor hjá Google monnunum druknaður