Føroysku svimjararnir gjørdu bart í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Okkara svimjarar megnaðu í dag at vinna 4 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 4 bronsuheiðursmerki, í teimum tíggju kappingargreinunum sum vit luttóku í, umframt at seta 3 oyggjaleikamet, 5 føroysk met og 2 landsliðsmet.

CIMG9098
Continue reading Føroysku svimjararnir gjørdu bart í dag

Fraklendingar vilja ikki skifta til nýggja FINA listan

Tey ætla sær at halda seg til FINA listan frá 19. mai, sum loyvir t.d. Speedo LZR og TYR, men ikki Jaked J01 og Blueseventy. Og eru annars sambært SwimNews.com nokk so bersøgin um avgerðina hjá FINA, at loyva so gott sum øllum superdraktum við listanum frá 22. juni: “The French federation always works in the best interests of swimmers and swimming. As we know, for the past six months, FINA has been unable to reach a clear and ethical position on suits. The changes in direction, the lack of clarity is destabilising for athletes, teams and national federations.”

Føroysku svimjararnir í 10 av 11 finalum

Ikki kann sigast annað enn at tað gekk væl hjá føroysku svimjarunum í morgun, nú allir svimjarar kvalifiseraðu seg til finalurnar seinnapartin, í øllum tí sum tey luttóku í. Onkur lá sambært tilmeldingartíðunum nær markinum til at sleppa í finalu, men nú eftir innleiðandi er eingin verri styrkismettur enn til eitt fimtapláss.

Hesar verða finalurnar í kvøld:

  • 1500 frí menn: Pál Joensen (1)
  • 400 blandað kvinnur: Eingin føroysk luttøka
  • 200 firvald menn: Pál Joensen (2)
  • 100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar (2) og Bjørg Seloy (5)
  • 100 bringa menn: Pál Joensen (5)
  • 50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen (3) og Katarina Lamhauge (4)
  • 50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)
  • 200 frí kvinnur: Mona Simonsen (2)
  • 200 blandað menn: Pál Joensen (2)
  • 4×50 frí kvinnur: SSF (1)
  • 4×50 blandað menn: SSF (2)

Tølini í klombrum er teirra styrkismeting eftir innleiðandi í morgun, undantikið í 1500 frí har teir átta bestu bíðaðu til í kvøld. Onkur føroyingur er gliðin eitt sindur niður í mun til styrkismetingina áðrenn innleiðandi kappingarnar í morgun; men til tað skal sigast, at fleiri av teimum verri enn so góvu alt sum tey áttu.

Finalurnar byrja kl 17:30 álendska tíð, sum er kl 15:30 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com/live, umframt at bæði Rás2 og Kringvarpið fara at senda úr høllini.

úr høllini í Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Fyrsti partur liðugur: Vit rula!

Tað er øllum førum líka við, soleiðis sum føroyingarnir eru fyri, og soleiðis sum mótstøðan myndar seg. Tað er líka hasin Grant Halsall av Isle of Man, sum í morgun setti oyggjaleikamet í 50 rygg við tíðini 26.28, har Kári annars er favorittur við tilmeldingartíðini 26.11. Og kanska eisini Ian Black av Jersey, sum tók bestu tíð í bæði 100 bringu og 200 blandað, har Pál er styrkismettur ávíkavist sum nr 5 og nr 2. Men sum heild eru tíðirnar hjá okkara svimjarum lovandi, tá ið man hugsar um at teir í fleiri førum spardu seg. Og lagið er í øllum førum bara avbera gott.

So byrjar svimjistevnan á Oyggjaleikum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir skulu í dag luttaka í 12 kappingum, harav vit hava møguleika at vinna heiðursmerki í minst 10. Innleiðandi riðlarnir byrja við setan av svimjistevnuni kl 09:30 í morgun, og finalurnar eru so aftur kl 17:30 álendska tíð.

Kappingarnar eru (við styrkismeting av føroyingunum í mun til tilmeldingartíðirnar):

  • 1500 frí menn (Pál nr 1 – beinleiðis í finalu um kvøldið)
  • 400 frí kvinnur (eingin føroyingur)
  • 200 firvald (Pál nr 1)
  • 100 firvald (Shaila nr 3, Bjørg nr 7)
  • 100 bringa menn: (Pál nr 1)
  • 50 bringa kvinnur (Malan nr 3, Katarina nr 4)
  • 50 rygg menn (Kári nr 1)
  • 200 frí kvinnur (Mona nr 6)
  • 200 blandað menn (Pál nr 2)
  • 4×50 frí kvinnur (ongar tilmeldingartíðir)
  • 4×50 blandað menn (ongar tilmeldingartíðir)

Vit liggja sostatt til 4 gullheiðursmerki, 1 silvur og 3 bronsuheiðursmerki í finalunum seinnapartin, umframt at liðsvimjingarnar munnu fara at roynast væl eisini.

Tryggasta heiðursmerki má metast at vera Pál Joensen í 1500 frí, við tað at hansara tilmeldingartíð á 14:39.99 er meira enn 1½ minutt frammanfyri næstbestu tilmeldingartíð á 16:11.28. Liðsvimjingin hjá kvinnum burdu eisini klárað seg heilt væl, við tað at Shaila og Guðrun eru styrkismettar sum nr 1 og 2 í einstaklingakappingini í 50 frí, og liðið hjá okkum hartil eigur fleiri gentur sum kunnu svimja undir 28 sekund. Hjá monnunum er kjansurin eisini góður, við Kára í fyrstu ryggsvimjingini, og Pál og Andrass og Paula fordeilda soleiðis sum venjararnir nú einaferð finna best.

Størri kapping verður til dømis í 200 firvald, 50 bringu, 50 rygg og 200 blandað, har munurin er lítil á nr 1 og 2. Í 100 firvald er Shaila við tilmeldingartíðini 1:06.47 eitt petti aftanfyri nr 1 og 2 við 1:03.95 og 1:04.59, og í hinum kappingum eru føroyingarnir meira at meta sum outside’arar til heiðursmerki.

Feskar myndir verða tøkar um eina løtu… má fara á tekniskan fund nú !

Áland 29. juni kl 06:00 føroyska tíð
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya