FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar

Eftir øllum at døma hava 103 svimjitjóðir á aðalfundinum hjá teknisku nevnd hjá FINA í dag einmælt samtykt at skoyta uppí svimjireglu 10.7, at heldur eingin svimjidrakt má hjálpa upp á ferð, flótievni ella úthaldni hjá svimjaranum, umframt at tað skal verða fullkomiliga bannað at brúka tape. Sí SwimNews.com:

Rule SW10.7 now reads:

No swimmer shall be permitted to use or wear any device or swimsuit that may aid his/her speed, buoyancy or endurance during a competition (such as webbed gloves, flippers, fins, etc.). Goggles may be worn. Any kind of tape on the body is not permitted.

Continue reading FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar

“Superfish” er í hylinum

Hetta fortaldi Bjarnason mær, nú hann kom her inn í “Foro Italico”, at brúka netið. Har hevði akkurát verið ruðuleiki á kantinum, av tí at sjálvur Michael Phelps ætlaði sær útí. Men stakkalin fekk illa nokk flutt seg, vegna mannamúgvurnar runt um hann. Og tað tápuligasta av tí heila var, at tað vóru hesir italsku hjálpararnir/vaktarnir, sum vóru ringastir at fjeppast.

Easy Comes, Easy Goes

Fór framvið einum risastórum íra, á veg út í hylin nú í áðni. Hann var akkurát í ferð við at skula lata seg í sína flunkrandi nýggju Jaked drakt, sum hann sikkurt hevur fingið fyri einki her niðri undir. Ein spøjs affæra, sum millum annað krevur at tú fert í plastikkposar um føturnar, og eingangshandskar um hendurnar.

Anyways, á veg inn aftur, einar 10-20 minuttir seinni, hevði hann fingið hana upp um mjadnarnar. Eg stúrsaði við, yvirfyri Shailu og Thurid, sum høvdu sitið og teldast beint harvið, at hatta gekk óluksáliga seint. Men tær hildu at tað gekk alt ov skjótt… og rætt høvdu tær, tí har vóru 3 hol í henni, upp eftir beininum, á stødd við eini mandarin.

So hatta vóru 2600 krónur upp á 10-20 minuttir. Gott nokk fyri einki, men allíkavæl.

Eg tordi ikki at taka mynd av honum.
Continue reading Easy Comes, Easy Goes

Foro Italico

HM hylurin í Rom er partur av ítróttarøkinum “Foro Italico“, sum Mussolini lat byggja millum 1928 og 1938, og tá lítillatin navngav “Foro Mussolini”. Har er ein innandura 50 metra hylur í lekrum bombastiskum romverskt/fasistiskum stíli, og so stóra økið uttanfyri, sum er fullkomiliga dekkað av øllum hesum bláu prýðisbannarunum.

DSC_0196

Svimjararnir klárir til heimsmeistarastevnu í Rom

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Týsdagin á middegi kom føroyska svimjilandsliðið til Rom, har heimsmeistarastevnan í svimjing byrjar nú sunnudagin. Fyrstu dagarnir gingu mest við at koma upp á pláss, finna runt og venja, til tey í dag fyri fyrstu ferð kundu royna kappingarhylin á Foro Italico, har sjálv HM stevnan skal vera.

DSC_0225
Continue reading Svimjararnir klárir til heimsmeistarastevnu í Rom

Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu

Rókur ringdi nú úr Rom og fortaldi, at alt gongur hampuliga væl í Rom. Tó hevur hann ikki fingið fatur í eina drakt til Biritu. Tað eru í løtuni ongar Jaked draktir í hennara stødd, eiheldur støddin sum er størri, sum man síðani kann fáa býtt um. Gravgangurin eftir Jaked draktum er so øgiligur, at køin gongur frá Jaked handlinum gjøgnum nakrar trappur og framvið Speedo handilin.

Hin “trupulleikin”, sum kanska onnur hava sæð, er at tað hevur gingið so sum so við at fáa startlistarnar á netið. Í løtuni eru startlistarnir ikki at finna á roma09.it ella á Omega Live timing. Men tey hava fingið avrit av listunum í Rom.
Continue reading Enn trupulleikar við at fáa drakt til Biritu