Tvey SMS boð úr Rom

Rókur hevur sent mær tvey sms-boð úr Rom í dag.

Kl 11.25: “So eru Hestoy og eg í Rom. 30 gradir og vaksandi uttanfyri. Hini koma beinleiðis úr Tallin um 40 minuttir”

Kl 12.24: “So eru hini lend. Tey koma umvegis Riga, úr Tallinn. Her eru fólk ímóti okkum sum finna okkum á listum og alt, so alt virkar rættiliga skipað”.

Hackett væntar at 1500 og 800 metra heimsmetini rúka í Rom

Maðurin við heimsmetinum í 800 og 1500 frí, Grant Hackett, væntar sambært SwimNews.com at øll langteinaheimsmetini hjá honum og Thorpe rúka í Rom, frá 400 til 1500 frí, umframt tað fjórða heimsmetið sum ikki er sett í ‘superdrakt’, hjá Inge de Bruijn í 100 firvald. “The question will be who, or what, deserves the recognition: swimmer or swimsuit? In times past when someone broke a record, everyone stood up around the world and applauded. These days, no-one blinks an eyelid and it really is soul destroying for the sport” . Les SwimNews.com

Danskir svimjarar droppa TYR draktir

Nógvir danskir svimjarar velja TYR draktir frá undan HM í Rom, sum byrjar komandi sunnudag. Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer sigur við Ritzau:

“Det har ikke været muligt for TYR at give os en dragt, der er sammenlignelig med de hurtigste på markedet, så alle svømmerne har fået tilladelse til at benytte, den dragt, de ønsker. Det har hovedparten valgt at gøre”
Continue reading Danskir svimjarar droppa TYR draktir

HM 2013 verður í Dubai

Forsetin í altjóða svimjisambandinum kunngjørdi á tíðindafundi í Rom í gjár, at heimsmeistarastevnan á langgeil verður í Dubai í 2013. Hamburg og Moskva høvdu eisini bjóðað seg til at hava HM, men Dubai hevur nú altso vunnið sær bæði HM á stuttgeil í 2010, og HM á langgeil í 2013. Í 2011 verður HM á langgeil í Shanghai, og í 2012 verður HM á stuttgeil í Istanbul. Les reuters.com

HM havsvimjingin útsett vegna illveður

Veðurgudarnir munnu hava hoyrt at Jón Bjarnason er á veg til Italia, tí aldur hava nú brotið bæði mola og Omega tíðtakingarskipanina á strondini við Rom. Fyriskipararnir hava av hesum verið noyddir at útseta og forskjóta kappingarnar í havsvimjing við 2 døgum, so at tey fyrst byrja við 5 km havsvimjingini týsdagin, síðani 10 km hósdagin, og so 25 km leygardagin. Les SwimInfo.com

Danska svimjisambandið hóttir við at avtaka sítt úrvalsarbeiði

Danska svimjisambandið meldar nú út at tey møguliga heilt avtaka úrvalspartin av sínum virksemi eftir OL í London, um tey verða rakt av fráboðaðu sparingini hjá Team Danmark uppá 20 milliónir krónur. “Vi er der, hvor det ikke er sjovt, hvis vi skal gøre mindre end nu. Vi har forsøgt at hale ind på de andre, og det er lykkedes. Hvis vi sejles agterud igen, kan det godt være, at vi skal sige, at vi fortsætter frem mod OL i London, og så siger vi, at det er det”, sigur svimjiformaðurin Pia Holmen. Team Danmark sigur seg hava gott eyga til svimjingina, men vil tó ikki friða nakað ítróttarsamband enn. Orsøkin til fráboðaðu sparingina er sjálvsagt fíggjarkreppan, sum herjar í løtuni. Les SwimNews.dk og eb.dk