Draktin hjá Biritu bíðar til í morgin

DSC_0235Birita slapp gott nokk í sína Jaked í gjárkvøldið, við hjálp frá pápa sínum, og lá so í henni í ein hálvan tíma, til tað var tíð at fara í song. Men í morgin er tað stadigvekk so hart at koma í hana, nú við sárum á hondunum, at hon velur heldur at svimja í sína Speedo LZR Racer. Ikki tí, tað er eisini ein góð drakt.

5 heimsmet, fyrsta dag á HM í Rom

Sarah Sjöström byrjaði við at seta heimsmet í hálvfinaluni í 100 firvald við tíðini 56.44, har heimsmetið hjá Inge de Bruijn var 56.61. Síðani svam týski Paul Biedermann 3:40.07 í 400 frí, og tók harvið heimsmetið frá Ian Thorpe við éinum hundraparti. So tók Ariana Kurors úr USA heimsmetið frá Stephanie Rice í hálvfinaluni í 200 blandað, við at svimja 2:07.03 har heimsmetið hjá Rice var 2:08.45. Og so betraðu hálendsku kvinnurnar um sítt heimsmet í 4×100 frí frá 3:33.62 til 3:31.72, í kapping har týska Britta Steffen eisini betraði um sítt heimsmet í 100 frí, frá 52.56 til 52.22, sum fyrsta kvinna í teirra stafett.

Birita fekk sína Jaked í stødd 20

DSC_0150Italiumenn er ikki bangnir fyri at broyta ætlan, og tað kom tí okkum til góðar, at teir settu ein eyka buss inn í gjárkvøldið. Í øllum førum høvdu eingi onnur enn vit uppdagað tað, og Birita og eg vóru tí einastu ferðafólk kl 06:05, og fyrst í køina. So nú er bara eftir at fáa hana í hesa elalítla drakt, har bulurin er sum ein dukkutroyggja, og beinini eitt sindur longri.

DSC_0159

(Sum tit síggja, so var køin væl stytri í morgun, av tí at tað var so stutt til innleiðandi. Men flestu genturnar vóru í stødd Biritu, so tað var bara gott at vit fóru tíðliga. Og forrestin, so úttalast tað “Djaked”, veit eg nú, frá teimum sum gera hana. Ikki “Djeyked” ella “Jaked”)
Continue reading Birita fekk sína Jaked í stødd 20

Pál 3:48.93 í 400 frí

Pál Joensen hevur júst svomið 400 frí í tíðini 3:48.93. Tað er ikki besta tíð hjá honum, og Bjarnason og hann eru tí mest sannlíkt ikki serliga nøgdir. Hinvegin, so skuldi tað ikki meira enn 3:45.68 til at koma í finaluna, so tað kann tykjast sum um at hesin hylurin kanska er eitt sindur spakuligari enn væntu. Vit hildu í øllum førum at tað fór at krevja eina tíð um 3:43, at verða millum 8 teir skjótastu, sum sleppa í finalu. Pál varð samanlagt nummar 22, sum er sama styrkismeting sum tá ið vit hugdu at tilmeldingartíðunum.