Havsvimjikappingin Selatrað – Hósvík

Tíðindaskriv

Evald í essinum

Í dag, leygardagin 31. oktober 2009, skipaðu Føroya Triathlon Felag og Hósvíkar Róðrarfelag fyri Havsvimjikappingini Selatrað – Hósvík.

Luttakararnir blivu fyrst sigldir frá Hósvík til Selatrað, og skuldu so løtu seinni svimja teinin, ið Sundafergan á sinni silgdi, frá Selatrað til Hósvíkar. Teinurin er umleið 2 kilometur langur, og tók tað skjótasta svimjaranum smáar 45 minuttir at svimja teinin.

Sera stutt var millum vinnaran og nummar tvey, og fylgdust Evald Rasmussen og Gunnar Dahl-Olsen stóran part av teininum. Mitt á fjørðinum mistu teir hvønn annan í aldunum, og tí visti ongin av hvør øðrum fyrr enn komið var á mál.
Continue reading Havsvimjikappingin Selatrað – Hósvík

Hevur ítróttur størri týdning enn ‘mentan’?

Gallup Danmark hevur gjørt eina kanning fyri Berlingske Tidende og TV2 Lorry, sum bendir á at 42% av dønum eru til reiðar at minka um almenna stuðulin til list og tónleik, meðan einans 10% vilja spara uppá ítrótt. Lone Friis Ting á Institut for Idræt heldur einki løgið vera í hesum: “Idrætten er den største kulturelle platform, vi har i Danmark, så det er ikke så underligt, at folk ikke vil spare på det, de selv er engageret i”. Les jp.dk

Luttakaralistin til World Cup í Stockholm er klárur

Sviar hava nú lagt út luttakaralistan til World Cup í Stockholm tann 10. til 11. november, ið frá byrjan til enda er fylltur við heimsstjørnunøvnum. Lotte Friist er fremst í 800 frí, Amaury Leveaux í 100 frí, Coralie Balmy í 200 frí, Cameron van der Burgh í 50 bringu, “Lethal” Leisel Jones í 100 bringu, og so framvegis. Pál Joensen luttekur sum kunnugt eisini í Stockholm, við styrkismeting sum nr 9 í 400 frí, og sum nr 2 í 1500 frí. Áðrenn hetta skal Pál luttaka á World Cup í Moskva, men tann luttakaralistin er torførari at finna.

USA hevur úttikið sítt lið til “Duel in the Pool” ímóti Evropa

Amerikanska liðið til “Duel in the Pool” sæst nú her á heimasíðuni hjá amerikanska svimjisambandinum, og umfatar so avgjørt nøkur av teimum størstu amerikansku nøvnunum. Michael Phelps verður við, umframt Ryan Lochte, Aaron Piersol, Peter Vanderkaay, Rebecca Soni, Katie Hoff, Ariana Kukors, Dagny Knutson og onnur. Tilsamans 36 amerikanskar svimjistjørnur, at kappast ímóti “Evropa” á stevnu í Manchester tann 18. til 19. desember 2009, har Evropa í hesum føri verður umboðað av Bretlandi, Týskalandi og Italia. Sí eisini eldri tíðindi her á svimjing.com.

Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Breaking news á www.swimnews.com: “The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands”.

Craig Lord skrivar her á SwimNews.com, at áhugin hevur víst seg at vera sera stórur til “Potsdam Battle Camp” tann 4. til 17. januar í 2010, har harðastu hálsarnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika sum kunnugt ætla at venja saman. Hann nevndi herfyri at “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part“. Og nú skrivar hann at avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson eisini hevur víst áhuga, umframt at kanadiarar hava spurgt seg fyri.

Annars velduga áhugaverdar ætlanir, sum Dirk Lange & co hava viðvíkjandi hesa venjingarlegu. Tað verður tosað um harðar seriur á 10×800 metrar, og 80 til 100 km um vikuna, umframt eina møguliga kapping um at finna tann ið kann svimja skjótastu 10×400 seriu, við peningavirðisløn ella líknandi lokkandi til vinnararnar.
Continue reading Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Evniskvøld um etikk og virðir í ítrótti

Mánakvøldið 2. november kl 19 verður alment evniskvøld í Miðlahúsinum um etikk og virðir í kappingarítróttinum, við dr.jur. Jens Evald, sum er formaður fyri Anti Doping Danmark og professari í rættargangsøgu, rættarfilosofi og ítróttarløgfrøði á Århus Universitet. Evni til viðgerðar eru til dømis, um tað er í lagi hjá foreldrum at skelda dómaran, at ein skaddur fótbóltsspælari verður sendur inn á vøllin, at ein 18 ára gamalur venjari gongur saman við 17 ára gamlari gentu á liðnum, og at nýta euforiserandi evni bara tí tað ikki verður uppdagað. Les meira her á isf.fo

Meldar Lotte Friis frá World Cup vegna Vild med Dans?

Ekstra Bladet og JyllandsPosten vísa á, at tíðarætlanirnar hjá World Cup í Moskva og “Vild med Dans” renna saman, um ikki Friis rýkur út úr dansikappingini nú fríggjadagin, og tykjast at gita at hon so nokk velur dansin framum. Sjálv sigur seg tó ikki hava tosað við landsliðsvenjaran Paulus Wildeboer enn, og sigur hartil “Og så afhænger det også af, hvad der sker på fredag. Så tror jeg, vi tager den derfra”. Í greinunum verður forrestin nevnt, at danska fótbóltsliðið FCK konsekvent sigur nei, um Vild med Dans biður um ein fótbóltsspælara.