Pál Joensen World Cup vinnari !!

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur júst morlað føroyska stuttgeilametið á 1500 metrum frí, og eisini sett norðurlendsk seniormet við yvir 6 sekundum, á World Cup stevnuni í Moskva, í beinleiðis kapping við tann nú fyrrverandi norðurlendska methavaran Mads Glæsner. Tíðin hjá Pál varð 14:32.64, har norðurlendska metið hjá Glæsner var 14.38.87, frá World Cup í Stockholm í fjør, og føroyska metið hjá Páli var 14:39.99 frá EM í Rijeka í fjør. Næstur eftir Pál gjørdist Vitaly Romanovich úr Russlandi, næstan 7 sekundir aftanfyri føroyingin, við tíðini 14:39.51. Og nummar 3 varð so Mads Glæsner úr Danmark, við tíðini 14:44.43.

Pál massagu
Continue reading Pál Joensen World Cup vinnari !!

Pál saman við legendunum í Moskva

Jón Bjarnason hevur sent nakrar myndir afturat úr kuldanum í Moskva, har vit her millum annað síggja Pál saman við tiltikna Vladimir Salnikov, 1500 metra meistari frá OL í Moskva og Seoul í 1980 og 1988, og fyrsti maður undir 15 minuttir í 1500 metra frí á langgeil.

Joensen & Salnikov
Continue reading Pál saman við legendunum í Moskva

Strekk vristina, tá ið tú kavar útí!

GoSwim! hevur nógvar góðar videoir um svimjiteknikk, bæði tá tað kemur til svimjigreinarnar, og start og vending. Í hesari her niðanfyri vísa tey á, at tað eisini hevur týdning at ‘streamline’a føtur og bein, á sama hátt sum vit kava við strektum ørmum og samlaðum hondum.

Starts – Clean Up the Feet from Glenn Mills on Vimeo.

Silvurnál funnin í Klaksvíkar Svimjihøll

Onkur hevur mist sína silvurnál. Eg rokni bara við at tað er onkur sum hevur fingið hana til seinastu kapping í Klaksvík síðsta vikuskiftið, og hevur mist hana burtur. Viðkomandi sum heldur at tað er sín, ella tann sum heldur seg vita hvør hevur mist hana, kann venda sær til mín á tlf 217597.

Vh.
Søren Olsen

Pál nr 4 í 400 frí á World Cup í Moskva

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki í 400 frí á World Cup í Moskva, hóast hann setti føroyskt met við meira enn einum sekundi. Tíðin hjá honum var 3:41.40, har føroyska metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 3:42.57. Nikita Lobintsev úr Russlandi vann gull við tíðini 3:38.40, meðan danski Mads Glæsner vann silvur við 3:40.10, og russiski Mikhail Polishchuk vann bronsu við 3:40.65. Sí úrslitalistan her.

Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen vísti aftur í morgun stórform, við kontrollerað at svimja innleiðandi 400 frí uppá 3:45.15, á World Cup stevnuni í Moskva. Hann svam við næstbestu tilmeldingartíð í sínum riðli, har Mads Glæsner hevði ta bestu, men legði seg longu eftir 100 metrum tríggjar tíggjundapartar framum danan. Glæsner royndi at svara aftur, til eina løtu at liggja umleið 1 tíggjundapart aftanfyri Pál, men dragnaði so aftur ímóti endanum, til at enda 1.81 sekund aftanfyri føroyingin. Jón Bjarnason SMS-ar úr Moskva: “400m føldist væl, kontrollerað svimjing við einum lítlum sindri av trykk á seinastu 100m, men væl undir maks.”

Úrslitið av innleiðandi 400 frí gjørdist sostatt:

  1. Nikita Lobintsev (RUS) 3:43.36
  2. Dominik Meichtry (SUI) 3:44.63
  3. Pál Joensen (FAR) 3:45.15
  4. Mikhail Polishchuk (RUS) 3:45.83
  5. Vitaly Romanovich (RUS) 3:46.38
  6. Mads Glæsner (DEN) 4:46.96
  7. Sergey Bolshakov (RUS) 3:47.88
  8. Clemens Rapp (GER) 3:48.19

Offisielli úrslitalistin hjá russum sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/moscow/C74A_ResSummary_12_Heats_Men_400_Free.pdf
Continue reading Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

“LIVE” síðan klár til World Cup

So skuldi www.svimjing.com/live verið klár til World Cup, við bæði “live timing” og “live streaming” frá svimjistevnunum í Moskva, Stockholmi og Berlin, umframt møguleika at chatta, síggja føroysk videobrot, og lesa feskastu ‘tweets’ frá stjørnunum.
Continue reading “LIVE” síðan klár til World Cup