Dyggur stuðul til ovastu nevnd í European Aquatics

Farna vikuskifti var val í evropeiska svimjisambandinum, í Athen í Grikkalandi. Øll hin ovasta nevndin stóð fyri vali, sum siður er í hesum felagsskapi, og vórðu so gott sum øll tá einmælt afturvald.

Nevndin í European Aquatics, forsetin í World Aquatics og grikska umboðið í IOC
Allan Nyhus eigur myndina
Continue reading Dyggur stuðul til ovastu nevnd í European Aquatics

Úrslit frá Reykjavík International 2024

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna á Reykjavík International 2024, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Fyrst úrslit eru komin inn, og sær tað út til at vit longu hava vunnið okkurt heiðursmerki, umframt at svimjarar hjá okkum hava svomið seg víðari til finalu

Sí startlistar og úrslitalister her á swimrankings.net

Landsliðsætlan SSF fyri 2024

Góðu tit øll,

Her er ætlanin fyri landslið SSF í 2024, sum samtykt av landsliðstoyminum í 2023, og síðani løgd fram og tillagað á forfólkafundi hin 7. januar 2024

Tvær viðmerkingar:

  • World Cup verður ikki í Berlin í ár, og leita vit tí eftir aðrari, brúkiligari stevnu
  • Ynski er hava NM/NJM-venjingarleguna fyrr, og verður tað tí umhugsað

Vinarliga

Rókur

Startlistar til Reykjavík International 26. – 28. januar 2024

Íslendska svimjisambandið skipar nú næsta vikuskifti fyri svimjistevnu á Reykjavík International 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast her, ið benda á at føroyingar fara at kunna gera vart við seg har.

Photo by Helgi Halldórsson/Freddi

Úrslit frá SuSvim Open 13. og 14. januar 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 13. og sunnudagin 14. januar 2024. Har var tíverri ein tekniskur trupulleiki við teldu sum gekk fyri, og er úrslitafílan tí ein útskrift av úrslitalistunum á LiveTiming.