Úrslit frá Ægir Open 17. – 18. februar 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Februar 2024”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 17. og sunnudagin 18. februar 2024.

Úrslitini síggjast eisini á LiveTiming, SwimRankings og Tempus

Continue reading Úrslit frá Ægir Open 17. – 18. februar 2024

Úrslit hjá Elisabeth á Southern Zone South Speedo Sectionals 2024

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg sum kunnugt á Southern Zone South Speedo Sectionals 2024 í vikuskiftinum, og síggjast úrslitini nú her á SwimCloud.

  • 100 rygg innleiðandi 1:06.65 og nr 12 av 93
  • 100 rygg B-finala 1:05.95 og nr 4 av 8 (12 samanlagt)
  • 50 frí innleiðandi 28.15 og nr 60 av 134
  • 100 frí innleiðandi 1:02.47 og nr 110 av 145
  • 200 rygg innleiðandi 2:21.60 og nr 8 av 91
  • 200 rygg finala 2:24.07 og nr 7 av 8

Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Continue reading Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Pan Zhanle úr Kina 46.80 og nýtt heimsmet í 100 frí á langgeil

Kinesiski Pan Zhanle setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 frí hjá Kina á HM 2024 í Doha svam sín tein uppá 46.80 sekund. David Popovici úr Rumenia átti heimsmetið á 46.86, frá EM 2022 í Róm. Kina vann stafettina við tíðini 3:11.08, sí úrslitalistan her

SSF skiftir til heildarkravtíðarætlan

Svimjisamband Føroya fer nú so smátt at skifta til skipan við heildarætlan fyri kravtíðum sínum, aftaná eina árarekkju har kravtíðirnar vórðu funnar út í frá meðaltíð av veikastu heiðursmerkjum á viðkomandi stevnum. Endamálið er at gera skipanina einfaldari, og at fáa greiðari samanhang millum kravtíðirnar til hesar ymisku avbjóðingar.

Continue reading SSF skiftir til heildarkravtíðarætlan

EM 2026 verður í París

Evropeiska svimjisambandið fráboðaði síðst í januar, at EM 2026 verður í París-St Denis í Fraklandi, í nýggja Olympiska stadion og í Seine, eins og har OL 2024 verður nú í summar. Nógv fer at verða gjørt burturúr, eisini tí at tað í 2026 er 100 ár síðani at fyrsta EM yvirhøvur, sum var í Budapest í 1926.

aerial view of eiffel tower
Photo by Chris Molloy on Pexels.com