usa

Frank Busch nýggjur høvuðslandsliðsvenjari hjá USA

Amerikanska svimjisambandið hevur sett Frank Busch sum nýggjan "national team director, eftir at Mark Schubert varð uppsagdur fyri 2½ mánaðum síðani. Busch hevur verið høvuðsvenjari hjá University of Arizona í eini 24 ár, og var hjálparlandsliðsvenjari hjá USA á OL í Athen 2004 og Beijing 2008. Lesið her á USA Today.

Swimnetwork sendir beinleiðis frá Pan Pacific Championships 2010

Pan Pacs kappingin byrjaði í gjár við innleiðandi kl 18 føroyska tíð (kl 10 lokala tíð í California) og finalum kl 2 í nátt (kl 18 lokala tíð), haldi eg. Soleiðis verður sent til og við leygardag.

Swimnetwork sendir beinleiðis frá ConocoPhillips Championships 2010

ConocoPhillips National Championships er frá 3. til 7. august í Irvine California. Michael Phelps, Ryan Lochte o.o. luttaka.

Video streaming by Ustream

Amerikanskir svimjarar á Twitter

Locthe og HehnFleiri av HM luttakarunum úr USA skriva á Twitter. Millum annað Ryan Locthe, Keri Hehn, Cullen Jones, Dara Torres, Garrett Weber-Gale og Eric Shanteau. Her skriva millum annað Garrett Weber-Gale og Cullen Jones at teir flugu við privat flogfari úr Los Angeles til Italia. Dara Torres skrivar um at fáa cortison sprøjtu og dren úr knænum (?), og at tey á US-liðnum hava undirskrivað eina váttan um at vera hampulig og at tey ikki sleppa at síggja familiuna á hotelinum. Haraftrat sova mennirnir og kvinnurnar ikki í sama hotellið. Keri Hehn fortelur, at hon hevur slitið hol á Arena draktini og tí allarhelst noyðist at brúka eina Jaked, hóast hon svam super-skjótt í holutta drakt.

Hvat etur Michael Phelps?

BBC skrivar, hvussu nógv Michael Phelps etur, tá hann venur.

Morgunmatur: tríggjar tvíflísar við egg, ost, tomat, salat, stoktan leyk og majones. Haraftrat tríggjar pannukøkur við sjokoláta, eina eggjakøku við 5 eggum, trý toastbreyð við sukri, eina skál við mais greyt og tveir koppar av kaffi.

Døgurði: hálvt kilo av pasta, tvær stórar ost og skinku tvíflísar við majones og orkudrykkir afturvið.

Nátturði: hálvt kilo av pasta við carbonara sós, eina stóra pitsa og orkudrykkir afturvið.

Og eitt afturat í 4x100 blandað hjá kvinnum

Amerikansku kvinnurnar Margaret Hoelzer, Jessica Hardy, Rachel Komisarz og Kara Denby tóku umleið eitt hálvt sekund av heimsmetinum í 4x100 blandað á stuttbana, tá ið tær nú í Manchester svumu 3:51.36, har gamla metið hjá Avstralia var 3:51.84. Lesið her á SwimInfo.

3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4x100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum 'Arena' longu hevur nevnt heimsmet í 4x200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.

Her er finalan í 400 blandað

Fer Phelps at taka 8 gull ?

Eingin svimjari hevur nakrantíð vunnið 8 gullheiðursmerki á heimsmeistarastevnu, men Michael Phelps úr USA er eitt gott boð at gera tað hesu ferð. Hann skal luttaka í 5 einstaklingakappingum, harav hann eigur heimsmetið í 200 og 400 blandað, í 200 firvald, er næstskjótasti nakrantíð í 100 firvald, og forsvarandi heimsmeistari í 200 frí.

Bjóða út innihald