Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.
Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33.
Viðfest er skráin yvir hvussu svomið verður á UnglingaMeistarastevnuni í Klaksvík, nú í morgin og ovurmorgin.
Sambært almenna svimjikalendaranum verður árliga UnglingaMeistarakappingin í Klaksvík nú leygardagin 3. november.
So er stevnan liðug har suðuri, og dagurin í dag varð nøkulunda sum kvøldið í gjár. Nøkur einstøk fóru eftir meti, meðan restin fyrst og fremst svam um heiðursmerki, uttan at hugsa so nógv um tíðina. Tey bæði Høgni og Malan settu aftur í dag bólkamet, og Malan enntá eitt føroyskt met. Og HS vann kappingina um at fáa flest heiðursmerki tilsamans.
Fyrstu kappingar vórðu svomnar í gjárkvøldið, og vóru úrslitini heldur skiftandi. Tvey flott bólkamet vórðu sett, men nógv av teimum bestu svumu rættiliga langt frá bestu tíðum, allarhelst tí at tey 'bara skulu vinna', og í staðin longu fokusera fult og heilt uppá Oyggjaleikir.
Skráin fyri UM 2007 er nú klár her á tsvim.com, ella við at taka niður viðfestu fílu. Sum heild sær skráin eitt sindur tunn út, við nógvum kappingum har bara ein ella tveir riðlar eru, sjálvt í 100 frí hjá monnum. Men hav í huga at bara tveir bólkar (t.e. fýra árgangir) luttaka, og at støði er høgt á teimum sum nú eru tilmeldaði (Jutta, Mona, Elspa, Kári, Pauli, Pál, Høgni, Malan, Guðrun, ...)
Tað hevur verið ógvuliga lítið at frætta um svimjing seinastu vikurnar, men nú brennur so á aftur. Árliga unglingameistarastevnan verður í Vági fríggjakvøld og leygardag, umframt at fólk leypa á bláman við húsini hjá radioamatørunum í Havn kl 12:00 leygardagin, at svimja til Nólsoyar.
frid viðmerkti her:
"Ja eitt super FM. Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar...Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..
UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM.
Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?
Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt."
Nýggjar viðmerkingar
22 tímar 20 min síðani
1 dagur 3 tímar síðani
1 dagur 9 tímar síðani
4 dagar 8 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
5 dagar 3 tímar síðani
5 dagar 7 tímar síðani
6 dagar 6 tímar síðani
6 dagar 7 tímar síðani