SwimNews.com

So er krígg millum SCAQ og SwimNews.com

Tit sum lesa hesa heimasíðu, kenna vælsagtans øll til Crag Lord nú, sum á SwimNews.com nærmast byrjaði kríggið ímóti superdraktum, og síðani ikki dugdi at gevast aftur. Onkur fylgir kanska eisini við á scaq.blogspot.com, har Tony Austin tíverri eitt sindur ov seint fór í hina veitina, at verja draktirnar tá ið slagið var tapt. Well, Austin hevur ofta lagt eftir Lord, og nú er tað so endiliga eydnast honum, at fáa Craig Lord í beinleiðis kjak á einari heimasíðu. Fyrst sum viðmerking til eina grein, har Austin heldur uppá at Lord heldur lítið um stutthyljasvimjarar, og hartil ákærir Lord fyri at vera vánaligur journalistur, við tað at hann sambært Austin av sær sjálvum er farin formliga upp í sakarmálið millum TYR og amerikanska svimjisambandið, til frama fyri USA Swimming. Ein ákæra um at Lord ikki dugir at halda journalistisku frástøðuna frá málinum, sum tit kunnu lesa meira um her, eisini á scaq.blogspot.com.

Bjóða út innihald