Suðuroyar Svimjifelag hevur nú eina nýggja heimasíðu á www.susvim.fo, við tíðindum og kalendara og yvirlit yvir venjarum og so framvegis. Ikki so galið at hava Pál at kunna koyra sum bannara-mynd :-)
Pál Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun tvey nýggj føroysk met í ávikavist 200 firvald og 50 frí. Guðrun setti samstundis nýtt juniormet í 50 frí. Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var 2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
Metið hjá Guðrun í morgun var 26.37. Gamla metið hjá henni frá FM/JM í ár var 26.40.
View Open Water Svimjing á Joansøku 2010 in a larger map
Tað sær út til at lív er komið í aftur www.susvim.com, eftir at heimasíðan hevur ligið still eina tíð. Har er millum annað áhugaverdar vangamyndir av svimjarum á ymisku liðunum, og so ein blogga á forsíðuni sum óivað fer at kunna fyllast við áhugaverdum tíðindum, nú SuSvim svimjarar fara í allar ættir at kappast í summar.
Suðuroyar Svimjifelag er eitt av teimum enn tíverri heldur fáu ítróttarfeløgum, sum nú í heystfrítíðini lata upp fyri almenninginum, at royna tann ítrótt tey vara av. Hini feløg eru Miðvágs Badmintonfelag, Havnar Tennisfelag, Bragdið, Róðrarfelagið Knørrur, borðtennisdeildin hjá bóltfelagnum Royn, Tórshavnar Golfklubbi, Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag, Mjølnir, Bogaskjótifelagið Vágaskot, Neistin og H71. Sí her á isf.fo.
Sum tit kunnu lesa her á sudurras.fo, so hevur ein bólkur av sjálvbodnum í eina tíð arbeitt við at fáa bygt ein 50 metra svimjihyl í Vági, sum skal brúka avlopshitan frá SEV-verkinum har. Nú hava tey so stovnað eina serliga stuðulskonto í Suðuroyar Sparikassa, "har tú, títt felag ella tín fyritøka kann seta inn pengar, sum óskerdir fara beinleiðis til fyrireikan av 50 m. svimjihyli til Suðuroyar Svimjifelag". Allir persónar, feløg og fyritøkur, sum stuðla við yvir 5.000 kr. verða nevndir á yvirliti her á Suðuroyarportalinum, ið fyrsta 1½ tíman fór upp um 10.000 kr.
Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig 'donsk meistarakapping' í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin.
Hetta eru ikki spildurnýggj tíðindi. P/f Føroya Shell hevur gjørt eina sponsoravtalu við Pál og Susvim. Í hesum sambandi hevur 'Viðurgerði' haft eitt prát við Niclas Heri Jákupsson, Palla og Pál (spola til 43.20 í sendingini).

Sum tit kunnu lesa her á susvim.com og á Portalinum, so fer Suðuroyar Svimjifelag í vikuskiftinum at luttaka á svimjistevnuni Reykjavik International, har tilsamans 260 svimjarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani