Viðfestur er úrslitalistin frá Suðuroyar Sparikassa stevnuna í Vági í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Har vóru nógvar flottar tíðir í dag, so sum Eyðbjørn Joensen 4:17.04 í 400 frí, og sami Eyðbjørn 1500 frí uppá 16:56.38. Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum høvdu ein øgiligan kamp í 100 bringu, har Turið við tíðini 1:17.53 varð éin hundraðpart frammanfyri Tanju. Róland Toftum vann sær bronsunál við tíðina 30:84 í 50 frí, og Victoria Biskopstø eisini bronsunál í 100 frí við tíðini 1:14.71. Og Cecilia Eysturdal setti juniormet í 800 frí, við tíðini 9:22.94.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg:
Viðfestur er startlistin til Suðuroyar Sparikassa svimjistevnuna í Vági í morgin. Talan er um okkara yngru aldursbólkar, sum tó telja eina rúgvu av kanónum, sum til dømis Turið S. Christiansen, Magnus Jákupsson, Ceciliu Eysturdal, Eyðbjørn Joensen, Óla Mortensen, Alva Hjelm, Óla Poulsen og Róland Toftum.
Nýggjar viðmerkingar
24 min 22 sek síðani
1 tími 18 min síðani
9 tímar 31 min síðani
13 tímar 8 min síðani
1 dagur 12 tímar síðani
1 dagur 13 tímar síðani
3 dagar 1 tími síðani
3 dagar 11 tímar síðani
3 dagar 11 tímar síðani
4 dagar 13 tímar síðani