Small States 2010

Eitt sindur meira frá upphitingini í Hafnarfirði

Her eitt 'vue' út yvir hylin, meðan tey hita upp yviri á hinari síðuni. Rættiliga nógv fleiri videoir eru nú at síggja á www.youtube.com/svimjing, sum eg tó mangli at hyggja ígjøgnum og eyðmerkja.

Heilt OK umstøður í Hafnarfirði

Ein lítil rundtúrur í hylinum í Hafnarfirði, meðan svimjararnir hita upp ...

Tanja 1:19.08 og juniormet í 100 bringu

Her setur Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, við tíðini 1:19.08 í innleiðandi riðlunum á Swimming Championships of the Small States of Europe.

Tessner Does His Dance

Pauli Ø. Mohr fyrireikar seg til 50 metra bringusvimjing á Small States 2010, við týska venjaranum Christiani Tessner á kantinum. "Never really knew that he could dance like this" :-)

Small States heiðursmerkjahandan í 4x100 frí

Føroyska liðið fær silvurheiðursmerki her í 4x100 frí hjá kvinnum, á Small States kappingini í Hafnarfirði. Tað er sjálvur Nory Kruchten, forseti í evropeiska svimjisambandinum LEN, sum handar heiðursmerkini. Og Hörður J. Oddfríðarson, forseti í íslendska svimjisambandinum, sum er heiðursmerkjahaldari. Og Lis sum hjálpir honum við torføru uppgávuni.

There Is No Plan B

Týskarin hevði eitt sindur ringt við at venja seg við, at bussurin ikki longur bíðaði eftir okkum, mánamorgunin. Eitt sindur seinkað í hylin, hildu vit at tað var líka so gott at spara tíðina inn, við at hava hansara "poetry readings" í busskýlinum :-)

Føroyar nr 2 á Small States 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, og settu hartil 6 føroysk met og 23 juniormet.

CIMG3865

Nakrar videoir frá Fjørðugarðinum

Nøkur smá (myrk) brot frá hugnakvøldinum í hasari krónni í Hafnarfirði. Í hesi fyrstu roynir Christian at sita so stillur sum gjørligt, tí hann hevur eitt svørð við høgra oyra og eina øks við vinstra ...

Myndir frá Small States 2010

'Krubban' hjá Christiani Tessner

Ein "MTV Cribs" parodi, við hjálp av kamarsbýtinum á Hotel Hafnarfirði. Restina av okkum høvdu fín kømur, men Christian fekk vegna eina øvuta 'først-til-mølle' skipan hetta skápið at búgva í. Hann tók tað tó við stívum armi, "I have lived worse" :-)

Bjóða út innihald