The Daily Reezy veit at siga at Ryan Lochte í morgun rendi við skutara inn í ein liðfelaga úr Florida Gators. Marco Loughran mátti á sjúkrahús við innvortis skaða, men er vist nokk ókey. Lochte smekkaði knæið í, men er eisini mest sannlíkt OK.
“I have that killer instinct because I hate to lose. Something switches in my body and I’m no longer that laid-back Ryan Lochte, I’m that racer. And I will go toe to toe, head to head with anyone in the entire world, anytime.”
Tað verður ikki nógv meira 'laid back' enn tá ið hesir báðir tosa saman. Um hædd og mytuna at tú skalt vera høgur fyri at kunna svimja. Um skurviðgerina hjá Lochte í knænum, um at eta sunt, og annað. Hatta aftanfyri er ein uttandura langhylur. Og hatta sum skínir niður á teir kallast sólin. Hmf.
Nú er at fylgja við á usaswimming.org, har amerikanska svimjisambandið leitar eftir næstu bestu America's Swim Team video. Tað er besta 30 sekund langu video, sum lýsir hvat tað merkir fyri fólk 'over there', at vera á America's Swim Team. Har er eisini hendan frálíka video við Ryan Lochte, har hann troppar upp til innanhýsis kapping hjá Rose Bowl Aquatics, svimur eitt sindur og gevur góð ráð sum "listen to your coach" og "have fun".
Amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte kløkkaði herfyri nøkur børn har yviri, við at møta upp til venjingina hjá teimum, hoppa útí og geva teimum venjing, og hava gávur við til teirra. Her er vist nokk eitt sindur av 'product placement' krógvað í videoini, umframt lítið innlit í hansara 'crib'. Gotta love his comment: "I just want other kids to know that I'm a normal person."
"Gold Medal Mel" vísir her á bloggu síni á hesa video, har vit síggja Ryan Lochte venja 'sirkulvenjing' við og uttan (tungar) vektir. Mín viðmerking: Hetta eru ikki akkurát somu umstøður sum her í Føroyum.
SCAQ bloggan skrivar "Quit being a jackdass!" um amerikanska Ryan Lochte, eftir at hesin á Twitter skrivaði "Just cruisin down the road... Wit my boi @rexgator44 !! Ya dig!! Jeah!!!" ... við tilvísing til myndina av speedometrinum, ið vísti 166 MPH (267 km/t). Universal Sports skrivar eisini um hendingina, og hevur hug at knýta tað saman við nýfingna Audi R8 v10 sportsvogninum hjá Lochte, sum hann fekk mánadagin har hann tweetaði hetta mikudag.

Mellouli hevði 2. bestu tíð í 200 frí í morgun og skal svimja í finaluni kl 15.33 mótir Ryan Lochte (USA), Nikita Lobintsev (RUS), Paul Biedermann (GER), Shaune Fraser (CAY), Pawel Korzeniowski (POL), Danila Izotov (RUS) og Tommaso D'Orsogna (AUS). Á svimjing.com/live ber til at fylgja við finalunum via Omegatiming.
Spyr meg ikki um hetta bara er okkurt 'fad' sum hasi har www.purepowerathlete.com vísa á ... men tað er so ikki verri enn at tað skuldi verið líka til hjá føroyingum at roynt og eftirkannað venjingarháttin :-)
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani