Tað eru nógvir mátar at máta succcés, harav ein her hjá okkum er 'hevur tú nakrantíð vunnið gull á Oyggjaleikum'. Eg havi hugt í gjøgnum listarnar aftur til 2007, og haldi meg síggja at allir føroyskur svimjarar hava fingið í øllum éitt gullheiðursmerki heimvið, av Rhodos í 2007, av Álandi í 2009 og av Isle of Wight í 2011. Tað er succés í mínari verð :-)
Svenska www.simma.nu/se skrivar nú at Ida Sandin hevur kvalifiserað seg til HM í Shanghai, 26 ára gomul, og sum tey siga "hennes första internationella mästerskap, någonsin." Sandin vann 5 gull á Oyggjaleikum á Rhodos 2007, í 200 og 400 frí, 100, 200 og 400 blandað, og 200 firvald, men luttók ikki á Álandi í 2009. Hon eigur enn oyggjaleikametini í 100 og 200 blandað, 1:04.91 og 2:16.61 (á stuttgeil), og hevur nú kvalifiserað seg til HM við 2:14.91 (á langgeil).
[Elspa ynskir Sandin til lukku við gullinum í 200 frí á Rhodos]
So komu tey allíkavæl fram, tey offisiellu úrslitini frá Rhodos. Ella tað vil siga, eg haldi at hetta eru tey røttu, hóast tey ikki koma frá fyriskiparunum á Rhodos. Evald hevur nevniliga fingið tey frá triathletinum Torquil á Orkney, men tey síggja altso nóg nágreinilig út, til at talan kann vera um tær offisiellu elektronisku tíðtakingarnar.
Tað eru tíverri ongar millumtíðir í offisiellu úrslitalistunum frá triathlon-kappingini á Rhodos, og eg brúki tí her niðanfyri tær tíðir sum Evald Rasmussen tók í leypi av kappingini, umframt endaligu offisiellu tíðina.
So siti eg endiliga í stovuni í Brekkum aftur, væl fyri eftir at hava sovið í egnari song eftir ein flogtúr sum vardi allan gjár. Ein fantastiskur men kaotiskur túrur er næstan at enda komin - eg mangli bara at fáa kuffertið eisini :-)
Hallo folkens, og orsaka at vit einki hava 'sent' av Rhodos hesar seinastu nógvu dagarnar. Tíðin hevur verið rokmikil hjá triathletunum, m.a. tí at vit fluttu hotell mitt í øllum, og at tað yvirhøvur vísir seg at vera lítil tíð til yvirs her suðuri. Men nú havi eg so 20 minuttir - nøjagtiga - og má tí skriva í skitspring.
So eru vit triathletar eisini komnir upp á pláss á Rhodos, um enn tað var eitt sindur kaotiskt í nátt. Vóru ikki í íbúðunum fyrr enn kl 05:30 lokala tíð, av tí at trupulleikar vóru hjá teimum lokalu at finna fram. Men nú hava vit so sovið og etið, og so er tað so rímiliga gloymt :-)
Skráin fyri frælsum ítrotti er ikki fullfíggjað. Enn stendur einki at lesa um nær Heri Ziska skal kasta. Orsøkin er kanska, tí at hol er í vøllunum og kúlunetið er ikki klárt enn. Umboðsfólk hjá Isle of Wight eru ørkymlaði um støðuna.
Well, ikki heilt, men Ottar og eg noyðast undir øllum umstøðum at fara um 14:30 tíðina, um vit skulu hava góða tíð til flogfarið kl 17:30. Hetta verður so síðsti postur her áðrenn vit skriva av Rhodos - um vit kunnu skriva, tí tað tykist sum um at svimjararnir ið fóru mánadagin hava torført við at finna internet.
Jyllandsposten skrivar at minst 44 fólk eru deyð av hita í Suðurevropa, nú hitin til dømis í gjár fór upp á 45 stig í Rumenia. 29 doyðu har, 4 í Grikkalandi, 3 í Albania, 3 í Italia, og minst 5 í Bosnia, Kroatia og Turkalandi. DMI lovar ikki so ógvusligan hita á Rhodos, men 30-34 hitastig eru tó so óivað ríkiligt til føroyingar, um vit skulu røra okkum samstundis.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani