pauli ø. mohr

Dánjal lærir at spæla sjavs

Havnarmaður, say no more. Deiligur avslappaður stemningur annars, her 'lige før slaget'.

Pauli 29.08 og føroyskt met í 50 bringu

Pauli Øssursson Mohr megnaði júst nú at seta føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 29.08 har metið hjá Páli Joensen frá SuSvim stevnu í mars mánaða var 29.42. Pauli hevur harvið eisini klárað kravtíð til Oyggjaleikir við tíð klárt skjótari enn gulltíðin á Álandi, har Ian Black vann við 29.31, og Pál varð nummar tvey við 29.72. Pauli hevur seinasta árið svomið fyri Havnar Svimjifelag, men er sum kunnugt úr Fuglafirði. Sí úrslit.

Pauli og Øssur

Øssur Mohr í Simma.nu

Í februar nevndi svimjibloggurin simma.nu, at Øssur Mohr hevði eina listaframsýning í Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Pauli Ø. Mohr er nú HS'ari

Pauli hevur í avtalu og fullari semju við nú fyrrverandi venjara sín Sonna valt at skifta felag, og fer komandi mánaðirnar at royna seg sum havnarmann. Lesið her á hs.fo.

Pauli Ø. Mohr 50 frí í Berlin

Her er ein video av Paula Ø. Mohr, tá ið hann svimur 50 frí á World Cup í Berlin. Myndamaðurin er pápi hansara Øssur Mohr.

Pauli Ø. Mohr givin

IMG_1398Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so hevur Pauli Øssursson Mohr avgjørt at gevast við svimjingini. Hugurin er ikki til staðar, og tá er nokk best at gevast. FS-svimjararnir David Simonsen, Karina Petersen og Kirstin S. Rasmussen góvust eisini fyri tíð síðani, so svimjiárið byrjar tíverri við at seniorsíðan er viknað rættiliga nógv.

Bjóða út innihald