Pál Joensen

Pál á venjingarlegu í Spania og Suðurafrika

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum á veg til Sierra Nevada á hæddarlegu, Pál eftir fyrst at hava verið til onkra test og vant saman við danska landsliðnum í Keypmannahavn, og Jón nú á veg úr Føroyum. Teir skulu vera fyrst 2 vikur uppi í hæddunum í Sierra Nevada fjøllunum í Suðurspania, í umleið 2300 metra hædd, og síðani 2 vikur í Pretoria í Suðurafrika, sum er í umleið 1800 metra hædd (og uttandura).

Her í videoini hevur danski sportsjefurin Lars Sørensen fingið orð á Pál, í sambandi við venjing í úrvalsdeplinum hjá danska svimjilandsliðnum í Bellahøj.

Sí eisini svoem.dk

Pál Joensen við danska landsliðnum á venjingarlegur fram ímóti OL

SwimNews.dk veit at siga frá prentaðu útgávuni av Jyllandsposten, at Pál Joensen fer við á tær tríggjar venjingarlegurnar hjá danska svimjilandsliðnum, harav fyrsta er ein hæddarlega nú síðst í januar. Hetta er fyrstu ferð at Pál fer á eina veruliga hæddarlegu, og hann er sjálvsagt rættiliga spenntur uppá hvussu tað fer at roynast.

Nu er det første gang, jeg kommer til at prøve en højdetræningslejr, og nu vil jeg prøve at tage det allersidste skridt med en lang træningslejr i højden. Det tror jeg vil give det sidste i min fysiske form, som jeg har brug for.

DSC05869

OL-búnin hjá dønum er klárur

Nú eru sniðgevarnir hjá Jack & Jones og Vero Moda komnir so mikið langt, at OL-klæðini hjá dønum kundu avdúkast her í vikuni. Tað eru Bestseller sum veita klæðini til allar teir donsku OL-luttakararnar, íroknað reseptiónsklæðir, innmarsj-klæðir, frítíðarklæðir, paradudraktir og 'Denmark Wear'. 'Paradudraktir' eru vanligu treningsdraktirnar, sum til dømis svimjararnir eru í tá ið teir fara eftir heiðursmerkjum. Vist nokk tær heilt reyðu við hasari hvítu strípuni frá vinstru øksl, sum vit milum annað síggja Rikke Møller Pederesen og Jeanette Ottesen vera í á videoini niðanfyri. Sí ol.dk

Pál Joensen heimasíða væl á veg

René Thomsen hevur brúkt tíð her um jólini til at snikka saman eina (í øllum førum hálv-) offisiella 'Pál Joensen' heimasíðu á www.paljoensen.com, við myndum og video og upplisting av úrslitum og sovorðnum. Sær gott út !

Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Pál Joensen og Jón Bjarnason høvdu í farnu viku vitjan av einum týsk-iranskum lækna kallaður Dr Homayun Gharavi, ið teir fyrstu ferð møttu í 2010, á "Battle Camp" í Potsdam og síðani á Mare Nostrum í Monaco. Eg fór sjálvur suður í barnadóp sunnudagin, og slapp tá at uppliva síðstu venjing har suðuri leygarkvøldið, umframt at gera hesar báðar samrøðurnar við "Homer" umborð á Smyrli á veg heim aftur sunnukvøldið.

Fyrsta video er mest um hvør hann er, hvat hann ger og hvat hann heldur um sítt yrki. Hartil eitt lítið sindur um vikuna í Suðuroy, inntil eg uppdagaði at videotólið manglaði streym.

Kringvarpið samsendir DR sendingina um Pál Joensen

Klokkan 16.55, leygardag 22. oktober, samsendir Kringvarpið sendingina "Mín ítrótt: World Cup svimjing - Pál Joensen". Dr.dk skrivar:

"Min Sport til World Cup i svømning: Svømmeren Pál Joensen er fra Færøerne og er en af medaljekandidaterne, når de danske svømmere næste sommer hopper i det olympiske bassin i London. Vi har fulgt den stærke svømmer blandt verdens bedste til World Cup-stævnet i Stockholm. Og vi tager med ham hjem til Færøerne, hvor han fortæller, hvorfor han foretrækker at bo og træne derhjemme, på trods af at Færøerne ikke har et bassin i den olympiske længde. Sendes også 25.10.11"

Pál í DR Sporten

DR Sporten vísti í kvøld eitt innslag um Pál. Brotið kann síggjast her á dr.dk, 3.30 min inni í sendingini.

Pál Joensen undir pressi í Potsdam

Pál Joensen er hendan mánaðin í Potsdam, tríggjar vikur upp undir World Cup í Stokkhólmi (minus eitt lítið svipp til Føroyar ísv landsdystin), har hann av sonnum verður pressaður av venjaranum Jörg Hoffmann. Vit tosa um tríggjar ferðir venjing um dagin, umframt ymiskt annað stuttligt sum ein kapping í Berlin í dag har Pál svam 100 + 200 + 400 + 1500 frí og 400 blandað, og vann alt uttan 200 frí. Tíðirnar vóru 51.96 í 100 frí, 1:52.11 í 200 frí, 3:50.62 í 400 frí, 15:15.46 í 1500 frí og 4:34.12 í 400 blandað, alt á stuttgeil, har Jón Bjarnason úr Calella viðmerkir 'ikki nakað at reypa av, men nokk til at vinna', og at 200 meturin reyk tí at 1500 frí var beint áðrenn. Og á ja, so vandi hann millum kappingarnar :-)

Pál Joensen - The Most Talented Faroese Swimmer Ever

Tvey føroysk met og eitt junior met í morgun

Pál Joensen og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun tvey nýggj føroysk met í ávikavist 200 firvald og 50 frí. Guðrun setti samstundis nýtt juniormet í 50 frí. Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var 2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
Metið hjá Guðrun í morgun var 26.37. Gamla metið hjá henni frá FM/JM í ár var 26.40.

Pál fingið profil á OL heimasíðu

Á ol.dk stendur Pál millum svimjarar, ið hava klárað kravtíðir. Pál stendur at svimja 400 og 1500 frí. Ella rættari:

"OL-disciplin: Svømning, 400 m og 1500 m fri"

Bjóða út innihald