melbourne 2007

Melloulli dopingdømdur

Sum tit kunnu lesa her í Ekstra Bladet og her á SwimmingWorld, so hevur tunesiski Oussama Melloulli nú fingið dopingdóm fyri mistak sítt, at hava tikið amfetamin upp undir eina eksamiu í USA.

7 afrikanarar hoppaðu av í Melbourne

Tríggir svimjarar og ein dómari úr Burundi, tveir svimjarar úr Kongo og ein svimjari úr Sierra Leona søktu politiskt friðskjól í Avstraliu, eftir heimsmeistarastevnuna í Melbourne í vár. Ein rúgva hoppaði eisini av ísv Commonwealth Games, og tey eru tí 40 ítróttarfólk nú úr Afrika og Bangladesh sum søkja um friðskjót í Avstralia. Lesið her.

Eingin tikin fyri doping í Melbourne

FINA skrivar her at antidopingmyndugleikarnir gjørdu tilsamans 393 dopingkanningar á HM í Melbourne, av tilsamans 233 íðkarum úr 40 londum. Av teimum vóru 304 kanningar vanligar urinkanningar (har tey kanna fyri klassisk dopingevni sum anabolskar steroidir o.t.), og 89 urinkanningar at staðfesta EPO. Men einki varð funnið.

Oussama Mellouli viðgongur doping

Dopingroyndirnar staðfestu amfetaminir í blóðinum hjá honum runt US Open í Indianapolis í fjør, og Mellouli viðgekk at hava tikið onkra tablett til at halda seg vaknan upp undir eina roynd í skúlanum. Tunesiska svimjisambandið helt at hann skuldi sleppa við eini ávaring, men nú er spurningurin um tað ikki verður meira enn so. Ikki so gott, tá man júst hevur vunnið gull og silvur á HM.

Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Ian Crocker kolldømdi sum kunnugt 4 x 100 blandað stafettina hjá USA á HM í Melbourne seinasta sunnudag, og oyðilegði harvið møguleikan hjá Michael Phelps at vinna metnógv gullheiðursmerki á éinari stevnu. Á blogginum hjá sær á SwimRoom.com lýsir hann nú støðuna hjá sær sum at hava fingið eitt arr afturat at liva við.

Kina ringasta úrslit í 15 ár

Kinesiski landsliðsvenjarin Zhang Yadong sigur at hann fer ikki at mótmæla, um stjórarnir hjá honum loysa hann úr starvi, nú eftir ringa úrslitið í Melbourne. Tað varð einans til éina silvur og éina bronsu á HM, sum er ringasta úrslit hjá Kina í 15 ár. Landsliðsvenjarin heldur orsøkina vera avoldaðar venjingarhættir, og loysnin skal tí verða at fáa útlendskar venjarar til Kina, umframt at senda kinesiskar svimjarar uttanlanda.

Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, "USA Today" og "New York Times". NBC kallar hann "the greatest athlete on the planet", ESPN.com sigur at hansara bragd var "the greatest swim performance ever", og Yahoo kallar hann "the person of the week".

Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.

Tríggir teir síðstu dagarnir á HM

Sum nevnt so steðgaði heimasíðan her eitt sindur upp í vikuskiftinum, vegna svimjistevna í Klaksvík. Eg má tí heldur skunda mær at draga saman um hesar seinastu dagarnar, har Pál svam flott føroyskt met í 1500 frí, meðan Hackett ikki kláraði at vinna sítt fimta HM í somu grein á rað, og Phelps mátti síggja vónirnar um 8 gullheiðursmerki fara uttan at hava nakra ávirkan á tað sjálvur.

Herferð móti føroysku luttøkuni á HM

Nikki Dryden á swimnews.com hevur seinastu tríggjar dagarnar talað rættiliga harðliga at politikkinum hjá FINA, at veita fíggjarligan stuðul til veikari lond at luttaka á HM. Í tveimum teimum fyrstu greinunum (29. og 30. mars) sleppa vit føroyingar rættiliga snikkaleysir, við tað at hann fyrst og fremst leggur á 'turistunum' úr Afrika. Men í gjár er álopið rættað móti teimum 5 londunum sum FINA hevur stuðlað hóast tey ikki eru góðkend av Olympisku nevndini, og tá verður álopið jú beint á Føroyar, bæði so og so.

Phelps náddi ikki tey 8 HM-gullini

Katastrofa! Michael Phelps kom so ræðuliga nær at seta met í tal av gullheiðursmerkjum á éinari stevnu, tá ið hann fyrst vann einstaklingakappingina í 100 firvald á Ian Crocker og síðani nú setti heimsmet í 400 blandað. Men áttanda og trygga heiðursmerkið í 4 x 100 blandað reyk vegna kolldøming, tá ið Ian Crocker tjóvstartaði í innleiðandi riðlinum.

Bjóða út innihald