The Morning Swim Show tosar her við Frédérick Bousquet, um hansara góðu úrslit á fronsku meistarastevnuni herfyri, har hann í 50 frí kláraði bestu tíð í heiminum í ár, og um hendingina tá ið hann hótti við ikki at luttaka á HM í Shanghai í summar. Har er eisini eitt glimt av dámuni Laure Manaudou, spurtandi tvørtur um myndina í bakgrundini, sikkurt tí at baby Manon er dottið á gólv ella okkurt :-)
Franska Laure Manaudou gavst offisielt fyri einum ári síðani, og hevur síðani fingið barn við Frederick Bousquet, men meldar nú út at hon venur aftur, saman við Bousquet, hjá Brett Hawke í Auburn. Ætlanin er at luttaka á HM í Shanghai, um hon kann koma upp á eitt nøtkandi støði aftur. Les L'Equipe
Tey bæði Laure Manaudou og Frédéric Bousquet fingu eina dóttur nú fríggjakvøldið í Marseille, kallað Manon. Hon vigaði 3,7 kilo, og verður vælsagtans nakað av einum svimjara, nú mamman vann OL gull í Athen í 2004, og pápin silvur í Beijing í 2008. Les t.d. tíðindi frá AFP.
Les á SwimNews.dk. Hon vendi altso ikki aftur til Canet og fyrrverandi venjara sín Philippe Lucas, sum slaturin annars spáddi, men heldur til kraftsentrið í Suðurfrankaríki, har eisini OL heiðursmerkjavinnarar sum Fabien Gilot og Frederick Bousquet venja.
Franska Laure Manaudou hevur sambært L'Equipe sagt upp samstarvið við felagið Mulhouse og venjaran Lionel Horter. Og slaturin vil vera við, at hon møguliga er á veg aftur til sín 'mentor' Philippe Lucas, sum fekk hana upp á ovastu rók í svimjiheiminum, men sum hon eisini sleit so dyggiliga frá, fyri hálvum øðrum ári síðani. Les swimnews.com
Í gjár tók franska Laure Manaudou metið frá russisku Anastasia Zueva í 100 rygg við tíðini 59.50, tá ið tær svumu semifinalur á evropameistarastevnuni í Eindhoven, men í dag tók Zueva so metið aftur frá Manaudou við tíðini 59.41. Lesið her á SwimNews.
Franska Laure Manaudou svam í gjár teinin í tíðini 59.50, tá ið tey svumu semifinaluna í Eindhoven 2008. Í dag fær hon so møguleika at gerast fyrsta kvinna sum verður tríggjar ferðir evropameistari í somu grein. Lesið her á SwimNews og her á SwimInfo.
Hon varð sambært hesi grein í timedfinals.com tikin av fronsku løgregluni, í sambandi við eina sak um falskar kekkar. Men eftir øllum at døma er tað meira fyrrverandi venjarin Philippe Lucas sum hevur ein trupulleika, við tað at Manaudou eftir øllum at døma bara tók í móti følskum kekkum, meðan tað var hann sum gav teir.
Slaturin vil vera við at tað aftur er tí at hon vil vera nærri at sjeikinum hjá sær, sum tó ikki er tann sami sum fyrru ferð.
Heimsins størsta svimjiblað hevur sambært tíðindunum her á swimnews.net skýrt fronsku Laure Manaudou og amerikanska Michael Phelps at verða heimsins bestu svimjarar á 2007. Tey lista eisini upp hvørji sum blivu nummar 2 til 5 hjá kvinnum og monnum, umframt fimm tey bestu fyri hvønn heimspart sær.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani