Kringvarpið

Jólaheilsan frá Sundsamband Íslands

Tollaksmessukvøld sendi Kringvarp Føroya jólaheilsanir úr Íslandi. Úr Ørkini í Reykjavík sendi formaðurin í íslendska svimjisambandinum, Hörður J. Oddfríðarson, eina heilsan til Jon Hestoy við familju og føroyska svimjing, har hann ynskti okkum eini gleiðilig jól og gott nýggjár. Hann takkaði fyri kappingin og samstarvinum í farna árinum.

Kringvarpið samsendir DR sendingina um Pál Joensen

Klokkan 16.55, leygardag 22. oktober, samsendir Kringvarpið sendingina "Mín ítrótt: World Cup svimjing - Pál Joensen". Dr.dk skrivar:

"Min Sport til World Cup i svømning: Svømmeren Pál Joensen er fra Færøerne og er en af medaljekandidaterne, når de danske svømmere næste sommer hopper i det olympiske bassin i London. Vi har fulgt den stærke svømmer blandt verdens bedste til World Cup-stævnet i Stockholm. Og vi tager med ham hjem til Færøerne, hvor han fortæller, hvorfor han foretrækker at bo og træne derhjemme, på trods af at Færøerne ikke har et bassin i den olympiske længde. Sendes også 25.10.11"

HS stevnan í Ítrottartíðindunum

Elna Johannesen fortaldi fyri løtu síðani hvørjir svimjarir sleppa við til landsdystin og til World Cup.

Heðin Mortensen ætlar at byggja ein nýggjan svimjihyl í Havn

3-2 sendi í gjár eitt prát við Eyðun Húsgarð, formann í Havnar Svimjifelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um trongu umstøðurnar í svimjihylinum í Gundadali.


[Heðin Mortensen og Eyðun Húsgarð. Mynd Jan Arnskov]

Jon Hestoy á Summarfestival

Dagur og Vika tosaði í gjár við svimjisambandsformannin á Summarfestivalinum í gjár. Tað hevur regnað illa í gjár og í dag í Klaksvík - yvir 100 mm. G! festivalurin fekk 65 mm av regni. Ein regndagur verður defineraður sum >2 mm uppá eitt døgn.

ÚF og SvF skráin mándagin 27. juni

ÚF og SvF skráin mánadagin 27. juni sær soleiðis út á kringvarp.fo samanborið við svimjikappingarnar á Isle of Wight.

Úttøkustevnan í 3-2

Kringvarpið vísti í gjár myndir frá úttøkustevnuni og prát við Kristinu Eliasen, Shaila millum Garðarnar, Astrid Foldarskarð og Jon Hestoy.

Afturlit: video frá FM 2006

Her eru finalurnar frá FM 2006 leygardagin 11. mai. Góðskan er tíverri ikki heilt í lagið. Ljóðið er eitt sindur frammanfyri myndina og sumt er kámað burtur í grátt, talgilt støv. Eisini liggja klippini eitt sindur skeivt. Vit royna at loysa trupulleikan.
Í kassanum undir Youtube-spælaran eru snarvegir til finalur og annað.

Loading...

Snarvegir:

"3-2" er 75% bóltspæl

Kringvarpssendingin "3-2" vísti í fjør 30 tímar av føroyskum og útlendskum ítrottartíðindum. Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fingu tillutað ávikavist 14.2 tímar, 5.8 tímar og 2.4 tímar ella samanlagt 75% av senditíðini hjá "3-2". Svimjingin fekk 1.1 tíma av senditíðini, harav gott helvtin (36 min) var um Pál Joensen. Bogaskjóting, golf, kaving, tennis og billiard fingu onga umrøðu í "3-2" í 2010.

[Gev gætur at talan her einans er um regluligu sendingina mánakvøld og hóskvøld, uttan eyka beinleiðis sendingar. Hartil væntar éin hóskvøldssending frá 1. apríl 2010, tí at hon ikki finst á www.kringvarp.fo]

Jon Hestoy í 3-2

Jon Hestoy og Helena Dam á Neystabø tosaðu um 50 m hyl í 3-2 í gjár.

Bjóða út innihald