Onkur raskur rørslusvimjari hjá Havnar Svimjifelag er í leitan eftir svimjivideoum komin fram á heimasíðuna www.swimming.jp, har tey við 3D myndlum hava endurskapt eina røð av heimsins kendastu svimjarum. Her niðanfyri er tað japanski Kosuke Kitajima, ið vann gull í 100 og 200 bringu á OL bæði í 2004 og 2008 ...
Japanski OL-gullvinnarin í 100 og 200 bringu, bæði í Athen og í Beijing, hevur ikki verið í hylinum aftur síðani Beijing, og fer tí ikki at luttaka á hvørki japansku meistarastevnuni, ella á heimsmeistarastevnuni í Rom í summar. "I haven't been swimming as you know. I don't miss the competition, it feels great not to be training at this time of year. It's the first chance I have had to physically and spiritually enjoy life.". Les her á eurosport.yahoo.com
Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini "Eg eri svimjarin", í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno.
Nýggjar viðmerkingar
22 tímar 18 min síðani
4 dagar 16 tímar síðani
1 vika 4 tímar síðani
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 3 dagar síðani
2 vikur 3 dagar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
2 vikur 6 dagar síðani