Svimjarnir vóru proppaðir í hylin 'sum sild í tunnu'.
Svimjarnir fingu loyvið at síggja finaluna í "Talent 2008", áðrenn teir vóru koyrdir í song.
Nøkur vóru spent uppá, hvør fór at vinna...
Føroyingarnir vóru við í 8x50 blandað. Rókur skrivaði á flot.info:
"Stafettin hjá okkum sá eisini bara heilt OK út, hóast vit longu áðrenn væl vistu, at vit ongan kjans høvdu í kappingini um heiðursmerki. Birita fylgdi væl við sjálvan Mark Vogel, teir fyrstu 50 metrarnar rygg"
Birita Debes hevði 6. besta tilmeldingartíð (2:36.61), men bleiv nr 8 við tíðini 2:38.82. Í dag er juniormetið hjá henni 2:20.20.
Her er riðil 3 í 100 blandað við Joan Kristinu og Bjørg úr FLOT.
Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.
Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.
Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 50 rygg í morgun. Tíðin hjá henni var 45.79. Tað rakk til eitt 32. pláss millum tey 11 ára gomlu.
Jóhann Heðinsson (FS) svam 34.01 í innleiðandi 50 rygg í morgun, og við 6. bestu tíð slapp hann víðari til finaluna fyri 13 ár og yngri. Tóki Joensen (FLOT) svam 41.90, meðan Jón Arni Hjelm (FLOT) svam 42.64.
Kravið var 1:11.33 í 100 firvald, og Hildur á Fløtti kláraði at svimja 1:10.40. Astrið Foldarskarð royndi eisini at klára somu kravtíð, og lá væl fyri rættiliga leingi, men doyði so móti endanum. Men allar súðir eru ikki syftar enn... úttøkustevnan og evstamark er fyrst um 14 dagar :-)
Ífall tit ikki vita tað, so sendi eg leypandi myndir upp í myndasavnið her á flickr.com, frá kappingini í Køge. Her niðanfyri er myndasavnið savnað í 'slideshow'...
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani