Jeanette Ottesen

Jeanette Ottesen í ferð við at broyta crawl-teknikk

Danski heimsmeistarin Jeanette Ottesen valdi í mars mánaða at skifta frá at svimja við strektum armi í framføringini, til at svimja við boygdum. Nakað sum kanska ljóðar banalt, sum fyri hana tó merkti at hon í samráð við nýggja venjaran Shannon Rollason ikki fer at royna at verja sítt heimsmeistaraheiti í 100 crawl í summar.

- Det laver fuldstændig om på min crawl, og det betyder samtidig, at han ikke vil have, jeg svømmer 100-meteren, før den nye teknik er fuldstændig indarbejdet, siger hun om planen fra Shannon Rollason, den nye cheftræner på landsholdets træningscenter.

Jeanette Ottesen hevur sambært videoini niðanfyri 'altíð' svomið við strektum armi í framføringini, tó sambært grein í Dagens.dk eisini styrkt av at fyrrverandi venjari hennara Paulus Wildeboer helt at tað var 'the shit'.

- Han laver fuldstændig om på min crawl. Før svømmede jeg med strakte arme. Nu skal jeg svømme med mere bøjede arme. Det troede jeg altid var det hurtigste, men ifølge Paulus (Wildeboer, red.) var teknikken med strakte arme 'the shit'. Det er dog primært en langdistance-teknik. Sprintermåden er med bøjede arme og høje albuer. Derfor bliver VM til sommer uden danskerens navn på startlisten til 100-m-crawl.

Nøkur ráð frá Jeanette Ottesen um venjing og skaðafyribyrging

Jeanette Ottesen Gray gevur her nøkur góð ráð um landvenjing.

Eisini um upphiting

Juhldal lýsing við Jeanette Ottesen Gray

Okkurt sum sambært YouTube-brúkaranum koyrir í donskum sjónvarpi í løtuni.

Jeanette Ottesen roynir seg sum bodyguard

Bara gag, í sambandi við okkurt comedy show

Jeanette Ottesen um happing

Jeanette Ottesen verður at síggja í sendingini "Mítt lív við happing" hjá DR, sum Kringvarpið sendir klokkan 20:55 í kvøld.

Jeanette Ottesen hevur brotið tánna

Næstu 4-6 vikurnar kann danski heimsmeistarin Jeanette Ottesen Gray hvørki renna ella svimja ordiligt, tí at hon herfyri kom til skaða í landvenjing. Les Sporten.dk

- I julen lavede jeg jiu-jitsu som alternativ træning. Så var jeg oppe og kæmpe mod en mand, som jeg faktisk var stærkere end. Så tog han fat i min tå og brækkede den

Ottesen hevur eftir øllum at døma longu áðrenn hetta avgjørt ikki at fara at bæði verja sítt heimsmeistaraheiti í 100 frí og luttaka í 50 firvald, av tí at tær báðar kappingarnar liggja samstundis í skránni á HM í Barcelona.

- Jeg har ikke tænkt mig, at gøre som jeg plejer og satse på begge dele. Men meget kommer an på, hvor god form jeg kommer i.

Jeanette Ottesen zoning out at Szczecin 2011

Donsku dámurnar eisini evropameistarar í 4x50 blandað

Tað kann væl vera at Jeanette Ottesen rópti eftir teimum ungu; men tað sær út til at hava riggað, nú donsku dámurnar eru evropameistarar í bæði 4x50 frí og 4x50 blandað ... uttan hjálp frá Mie Ø. Nielsen. Í dag vóru tað Kristina Thomsen, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen Gray og Pernille Blume sum megnaðu tað, at vinna á Kekkia og Fraklandi og øllum hinum, har tað líkasum var Ottensen sjálv sum við 25.10 í 50 firvald (!) hálaði tað heim. Sí úrslitalista her.

Ottesen um støðuna tá ið draktin skrædnaði í London

Hart lív at vera svimjari ... eftir mínum tykki burdu svimjarar havt loyvi at havt eina 'modesty drakt' innanunder 'superdraktini', til at sleppa undan at knappliga standa nakin millum fólk.

Ottesen stórliga imponerað av OL-hylinum í London

Danski heimsmeistarin Jeanette Ottesen var í gjár fyri fyrstu ferð inni í OL-høllini í London, og reaktiónin her er ikki nógv at taka feil av.

Friis og Ottesen um venjingarlegu og bretsku 'trials'

Lars Sørensen tosar her við donsku heimsmeistararnar báðar, Jeanette Ottesen og Lotte Friis, um júst avgreiddu hæddarlegu í Spania og Suðurafrika, og um vánirnar nú tær fara til úttøkustevnuna hjá bretum í OL-høllini í London. 'Estiski vinurin' sum tey tosa um er Rein Haljand, ið sum kunnugt hevur vitjað eisini her heima nakrar ferðir, hann var í Spania og testaði har eisini Pál Joensen.

Bjóða út innihald