Tíðindaskriv frá HS
Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara í starv fyri komandi kappingarár.
Christian Tessner, ið er 28 ár, hevur útbúgving í ítrótti frá lærdaháskúlanum í Leipzig í Týsklandi, við svimjing sum sergrein. Somuleiðis hevur hann venjaraútbúgving frá tí týska svimjisambandinum.
Christian er sjálvur gamal svimjari og hevur royndir sum venjari í ymiskum svimjifeløgum í Týsklandi.
Ein av uppgávinum hjá Christian er at verða venjari á kappinarliðnum hjá felagnum, hann hevur eisini ta ítróttarligu ábyrgdina av allari svimjing í felagnum.
Vinarliga
Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður
Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í morgun, ella hava lisið her á hs.fo, so bjóðar Havnar Svimjifelag nú øllum motiónssvimjarum skipaða venjing 2-3 ferðir um vikuna, umframt regluliga heilsukanning, sum partur av eini verkætlan til at fáa staðfest m.a. “hvussu nógv skal til fyri at tað ger mun”.
Hetta eftir aðalfundin í síðstu viku, tá ið nøkur løgdu frá sær og onnur komu til. Nýggjur formaður er Sigurd Lamhauge, næstformaður er Svend Åge Seloy, kassameistari er Sámal Olsen, skrivari er Marjun Eystberg, og hinir nevndarlimirnir eru Susanne Eliasen og Bjartur Mortensen. Sí hs.fo
Susvim hevur sum tit síggja her fingið fatur á innbjóðingini til HS stevnu 12. og 13. januar 2008. Stevnan er fyri bólk 3 og eldri, tað vil siga svimjarar føddir ár 1995 ella fyrr. Kappast verður í øllum greinum upp til 400 blandað, men tó so uttan nakra stafett yvirhøvur. Eg viðfesti innbjóðing og kappingarfílu tá ið eg havi fingið fatur á hesum.
HS og Norðoyar Sparikassi bjóða til svimjistevnu í Havn, komandi vikuskiftið 16. til 18. mars 2007, fyri bólk 3 og eldri. Kappingin byrjar við upphiting fríggjakvøldið kl 19:30, og endar so aftur sunnumorgunin áðrenn kirkjutíð. Tilmeldingarnar skulu vera inni mikukvøldið 14. mars kl 21:00. Innbjóðing og tilmeldingarfíla eru viðfest her niðanfyri.
Stór svimjistevna var í Havn síðsta leygardag, har 95 gentur og 67 dreingir úr trimum teimum yngstu deildunum kappaðust um tilsamans 58 gullheiðursmerki. Hetta eru svimjarar føddir frá 1994 til 2000, og lat tað verða sagt, at sterkastu árgangssvimjarar finnast har norðuri runt Klaksvíkina.
Nýggjar viðmerkingar
22 tímar 20 min síðani
1 dagur 3 tímar síðani
1 dagur 9 tímar síðani
4 dagar 8 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
5 dagar 3 tímar síðani
5 dagar 7 tímar síðani
6 dagar 6 tímar síðani
6 dagar 7 tímar síðani